21-08-2023
Borgarafundur 5. septembur 2023 – Kampus ætlanin hjá Setrinum
Fróðskaparsetur Føroya og Landsverk fara nú undir fleiri arbeiðir í samband við Heildarætlanina fyri Kampus frá 2018.

Landsverk, saman við Fróðskaparsetur Føroya, bjóðar inn til kunningarfund um tey arbeiði, sum eru byrjað og sum fara at byrja, í sambandi við verkætlanina Kampus.

Bæði grannar og onnur áhugaði eru vælkomin í Auluna hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum 20 (fyrrv. Læraraskúlahøllin).

Her verður m.a. tann komandi parkeringin á grasfløtuni umrødd; verkætlanin byrjar í august 2023, og hvat grannarnir kunnu vanta av ávirkan í byggitíðini næstu árini.

Tit síggja eina nærri lýsing av skránni her á síðuni.

 

Vinaliga heilsan

Fróðskaparsetur Føroya og Landsverk

Úrslit: