26-07-2023
Arbeiðið í Klivunum í Nesi í Vági er byrjað
Væntandi verður verkætlanin liðug í september 2023.

Millum jól og nýggjár var staðfest, at tað var so mikið rapað undan landsvegnum í Klivunum í Nesi í Vági, at neyðugt var hjá Landsverki av trygdarávum at steingja aðra vegbreytina, meðan verkætlan var fyrireikað.

Nú í vikuni var farið undir arbeiðið at byggja upp av nýggjum og tryggja uppbygna av tilfari frá sjóvarmálanum og upp undir vegin. Talan er um avbjóðandi arbeiði vegna at sera bratt er niðurfyri frá vegnum á sjógv.

Sigurd Gudmundsson tekur sær av grevstrararbeiði og Norcon tekur sær av betongarbeiði. Væntandi verður verkætlanin liðug í september 2023.

Úrslit: