Innanhýsis
Landssjúkrahúsið: H - Bygningurin
Lýsing 
Ætlaða byggingin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum. Hetta byggistigið umfatar nýggjar medisinskar seingjadeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk. Tilsamans umleið 10.000 fermetrar.
Støðan 
Mai 2013: Byggiskrái og skipanaruppskot eru liðug. Prosjekteringin verður bjóðað út í innbodnari lisitatión um mánaðarskiftið mai-juni. 

Fakta
Arbeiðsánari:
Heilsumálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Tekniskur ráðgevi: Ikki avgjørt
Arbeiðstakari:
Ikki avgjørt
Tíðarætlan: 2012: Byggiskrá og skipanaruppskot; 2013-14: Prosjektering og lendisarbeiði; 2015-2017: Byggiarbeiði; 2018: Liðugt.
Kostnaðarætlan: H-bygningurin er partur av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið á 421,8 mió. kr. Játtanin í 2012 er 15,0 mió. kr.

Tinghúsvegur 5 - Postbox 78 - FO-110 Tórshavn

Tel. +298 340 800 - Faks +298 340 801
Tel.svarari +298 340 802 - lv@lv.fo

Avgreiðslutíðir:
Mánadag - fríggjadag kl. 09.00 - 12.00. 13.00 - 15.00