Landsverk gerð vart við, at Gásadalstunnilin og Vatnavegurin verða stongdir leygardagin 5. september í samband við Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs.
Gásadalstunnilin er stongdur kl. 9.30 til 11.30, og Vatnavegurin kl. 11.30 til 13.00. Stongt verður frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum.
Millum kl. 13.00 og 14.00 verður konvoykoyring, sum Vága bjargingarfelag skipar fyri.
Landsverk heitir á bilførarar um at vísa stórsta varsemi á leiðunum, har renningin fer fram.

