Elduvíkarvegurin er opin sum vanligt frá mánadegnum 15. sept. - mikudagin 17. sept. Síðani byrjar lýsta asfalteringsarbeiðið aftur. (sjá aðra kunngerð)
Vegna arbeiði verður Fámjinstunnilin stongdur frá leygardegnum 13.09.2025 og fram til og við fríggjadagin 19.09.2025. Tunnilin er stongdur allar dagar millum kl. 06.00 og 18.00, tó leygardagin 13.09.2025 frá kl.14.00.
Vegna asfaltarbeiði verður Elduvíkarvegurin stongdur frá hósdegnum 18. september til týsdagin 30. september, frá kl. 09.00 til 18.00. Ferðslan verður leidd ígjøgnum kl. 11.00, 13.00, 15.00 og 17.00. Undantikið leygardagar og sunnudagar, tá verður ikki arbeitt, og vegurin er opin sum vanligt.
Breiðkan av vegi v.m. er í gongd á Húsavíkarvegnum og vegnum oman móti Dals bygd.
Bilførarar vera bidnir um at vísa varsemi.