Kunngerðir
Vís allar

Ferðslan í Eysturoynni leygardagin 5. september04-09-2026

Ferðslan á pørtum av landsvegakervinum á Skálafjørðinum, í Rituvík, á Toftum og á Strondum verður ávirkað av súkklukappingin, sum verður leygardagin 5. september 2026.

Eysturoyartunnilin verður eisini stongdur partar av tíðini millum kl. 11:00 og 13:00. 

Nærri kunning undir tíðindi

Gásadalstunnilin og Vatnavegurin verða stongdir leygardagin 5. september í samband við Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs01-09-2026

Landsverk gerð vart við, at Gásadalstunnilin og Vatnavegurin verða stongdir leygardagin 5. september í samband við Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs.

Gásadalstunnilin er stongdur kl. 9.30 til 11.30, og Vatnavegurin kl. 11.30 til 13.00. Stongt verður frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum.

Millum kl. 13.00 og 14.00 verður konvoykoyring, sum Vága bjargingarfelag skipar fyri.

Landsverk heitir á bilførarar um at vísa stórsta varsemi á leiðunum, har renningin fer fram.

Visti tú?

Verkætlanir

Úrslit: