Vegna eftirlit verður Norðskálatunnilin stongdur fyri allari ferðslu frá mikukvøldinum 25. november til hósmorgunin 26. november, frá kl. 22.00 til kl. 06.00. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23.00, á midnátt, kl. 01.00, 02.00 og 04.00.
Leirvíkartunnilin verður stongdur fyri allari ferðslu frá sunnukvøldinum 22. november til fríggjamorgunin 27. november, frá kl. 22.00 til kl. 06.00. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23.00, á midnátt, kl. 01.00, 02.00 og 04.00.
