Í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton leygardagin 6. september, verður Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 09:45 til 11:30 og Vatnavegurin verður stongdur frá kl. 11:30 til 13:00. Konvoykoyring verður eftir Vatnavegnum frá klokkan 13:00 til 14:00.
Breiðkan av vegi v.m. er í gongd á Húsavíkarvegnum og vegnum oman móti Dals bygd.
Bilførarar vera bidnir um at vísa varsemi.