Í august 2023 er tað ætlanin at Sernám skal flyta frá verandi staðseting á Frælsinum til nýggja staðseting í ella nær miðstaðarøkinum.
Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til endamálið. Leigumálið kann verða í bygningi fyri seg ella ein part av bygningi, ið er væl egnaður og samsvarar við virksemið hjá Sernám. Ætlaða leigumálið kann fevna um nýggjan, útbygdan ella umvældan bygning.
Útbjóðingartilfarið er sammansett av:
/ Skjal A. Hesum útboðsbrævinum 02.03.2023
/ Skjal B. Leigusáttmáli (frymil hjá Landsverki)
/ Skjal C. Trú- og heiður váttan um falna skuld til tað almenna (frymil hjá Landsverki)
Útbjóðingartilfarið er atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin Dalux hjá ordragevara á:
https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-21817