Útboð av heildarráðgeving at umvæla starvsfólkabygningin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi

Við hesum verður ráðgeving, viðv. ætlanini at umvæla og nútímansgera starvsfólkabygningin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi matr. nr. 192, boðin út. Talan er um stóra umvæling av starvsfólkabygninginum, bygningurin er áleið 1.300 fermetrar til støddar.

 

Útboðið verður framt sum eitt:

  • Alment útboð sambært rundskrivið um keyp av vørum og tænastum nr. 9003 frá 1. juli 2019.

 

Útboðstilfarið

Útbjóðingartilfarið er samansett av:

  • Hesum útboðsbrævinum 14. desembur2022
  • Fylgiskjal A        Byggiskrá v/ fylgiskjølum 15. oktobur 2021
  • Fylgiskjal B        Rúmskrá 15. oktobur 2021
  • Fylgiskjal C        Funktións diagramm 15. oktobur 2021
  • Fylgiskjal D        Klaksvíksskákið 19. desembur 2018
  • Fylgiskjal E        Heildartíðarætlan (kemur við rættingarskrivið 1)
  • Fylgiskjal F       Uppskot til Ráðgevarasáttmála v/ fylgiskjølumkemur við rættingarskrivið 1
  • Fylgiskjal G        Tilboðsbræv v/ tilboðslista  (Fyrimynd hjá Landsverk) Kemur við rættingarskrivið
  • Fylgiskjal H        HTU- ætlan v/ fylgiskjølum(Fyrimynd hjá Landsverk)
  • Fylgiskjal I          Trú- og heiður váttan um falna skuld til tað almenna (Fyrimynd hjá Landsverk)

 

 

Útbjóðingartilfarið er atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá ordrageva á Dalux:

 

https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-20172

 

Tað er gjørligt hjá brúkarum av Dalux at tilluta loyvi til at síggja útboð gjøgnum Dalux. Vegleiðing er eisini at finna á www.dalux.com.

 

Spurningar og hjálp til samskiftispallin kunnu vendast til:

 

Sonni Seyer

Tlf. 290 857

Teldupostur: sose@lv.fo

 
Freist: 28.02.2023 KL 14:00
Úrslit: