Umvæling av brúnni út í Mykineshólm

Landsverk heitir við hesum á fyritøkur um at geva tilboð upp á umvælingina av brúnni út í Mykineshólm. Arbeiðið skal gerast í tiðarskeiðnum frá 2. mai - 2. juli 2020.

Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing.

 

Útboðstilfar

Útboðstilfarið er atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá Ordragevara á:
https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=mwkxjweafw

Tað er gjørligt hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð gjøgnum iBinder. Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com

Spurningar
Spurningar og vegleiðing til samskiftispallin iBinder kunnu stílast til:

Helga Johannesen
Tel. 290 873
T-post: hejo@lv.fo

Tilboð
Tilboð skulu latast inn talgilt gjøgnum iBinder. Innlating av tilboðum fer fram við at senda samlað tilboð til skiljiblað "Tilboð" inni í iBinder. Eisini kann tilboðsgevarin senda tilboð við telduposti til lv@lv.fo

Vísast skal til vegleiðingina á heimasíðuni hjá iBinder: https://www.ibinder.com/pub/dk/filmklip.aspx undir "Digitalt udbud". Tilboð skulu handast í síni heild í seinasta lagi: 7. apríl 2020, kl. 13.00.

Tilboð, sum koma inn eftir hesa freist, verða ikki tikin við til metingar. Tilboð verða latin upp á Landsverki, Tinghúsvegur 5, 7. apríl 20202, kl. 13.00, har tilboðsprísir verða kunngjørdir á iBinder beint eftir lisitatiónina.

Byggiharrin treytar sær rættin til at velja frítt ímillum øll innkomin tilboð, sambært áseting í lisitatiónslógini. Tilboð við fyrivarni kunnu vera í vanda fyri at verða havnað. Alternativ tilboð verða ikki tikin við í tilboðsmetingina.

Sýn á staðnum
Grundað á avbjóðingar við, hvar arbeiðið skal gerast, verður sýn á staðnum ikki hildið. Í staðin fyri verður fundur á Landsverki, Tinghúsvegur 5, Tórshavn, 12. mars 2020 kl. 09.00. Spurningar kunnu setast, men verða ikki svaraðir, meðan fundurin er. Frásøgn frá spyrjifundinum verður løgd á iBinder skjótast gjørligt eftir fundin.

Av praktiskum ávum verða tit biðin um at boða frá luttøku á fundinum og upplýsa, hvussu nógv koma (tó ikki fleiri enn 2 umboð fyri hvønn tilboðsgevara), seinast 9. mars 2020. Fráboðanin fer fram við at senda teldupost til verkætlanarleiðara Jóannes Jensen, t-post: jojen@lv.fo

Um neyðugt verða rættingarbløð gjørd til útboðstilfarið eftir viðgerðina av spurningunum.

Spurningar
Spurningar annars skulu skrivast í iBinder undir skiljiblaði "Spurningar og svar" ella sendast sum teldupostur til verkætlanarleiðaran. Spurningar skulu setast seinast 31. mars 2020 kl. 13.00. Spurningar verða svaraðir skrivliga og dulnevndir. Svar verða atkomulig fyri allar tilboðsgevarar á iBinder.

Tillutanartreyt
Lægsti prísur.

Meting av tilboði
Samráðingarrætturin verður tillutaður tí tilboði, ið hevur lægsta prís.

Freist: 07-04-2020 KL 13:00
Úrslit: