Fulltrúi, við royndum innan samskifti, facilitering og verkætlanararbeiði

Tú fert í tøttum samstarvi við leiðsuna at hava ábyrgdina at menna og reka innanhýsis- og uttanhýsisamskiftið. Eisini fert tú at hava ein lyklaleiklut í arbeiðinum við at seta í verk okkara ætlan fyri rekruttering. Harumframt skalt tú hjálpa leiðsluni við ymiskum uppgávum innan procesfacilitering.
Tú arbeiðir á skipaðan hátt og er vanur/von við at standa á odda fyri samansettum verkætlanum við nógvum áhugamálum úr byrjan til enda. Tú kemur ofta við uppskotum og ert virkisfús/ur og ábyrgdarfull/ur. Tú klárar at arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at ganga nýggjar leiðir. Tú torir at spyrja atfinningarsamar spurningar, samstundis sum tú ert við til at fremja eitt gevandi orðaskifti, ið miðar eftir loysnum. Tú virðismetir og gevur títt íkast til eitt álítandi arbeiðsumhvørvi og ert vanur/von við at samstarva við fólk, sum hava onnur sjónarmið og aðrar royndir enn tú.
Dugnalig/ur í samskifti við nógvum tvørfakligum sambandi
Tú fert at samstarva við starvsfelagar á Landsverki, ið hava ein annan yrkiskunnleika enn tú. Tískil er tað týdningarmikið, at tær dámar væl at hava samband við nógv ymisk fólk, og tað er avgerandi, at tú dugir væl at samskifta við ymiskar málbólkar.
Skipað/ur og lætt við at tillaga teg
Tú hevur yvirlit og dugir væl at leggja tín arbeiðsdag til rættis. Tú tekur ábyrgd av at loysa egnar uppgávur, men biður eisini um hjálp frá øðrum, um tú hevur ivamál. Viðhvørt fært tú uppgávur, ið hava skund, og tað megnar tú væl. Tú verður ein partur av einari lítlari deild, har øll hjálpast at, og tú ert til reiðar at veita eina hjálpandi hond, eisini um uppgávan er uttanfyri títt arbeiðsøki.
Møguleiki fyri ávirkan á egin ábyrgdarøkir
Vit bjóða eitt arbeiði, har tað ber til at fáa ávirkan á egnar uppgávur. Vit laga tíni ábyrgdarøkir eftir tínum yrkiskunnleika og royndum, so lat okkum endiliga frætta, um tú t.d. ert von/vanur við at menna nýggjar mannagongdir og seta tær í verk. Fyri okkum er tað týdningarmikið, at tú fært høvi til at menna tínar førleikar.
Vælkomin á deildina
Tú verður ein partur av Deildini fyri Skipan og menning, har vit í løtuni eru tíggju starvsfólk. Vit eru ein blanding av nógvum, ymiskum yrkiskunnleika, og tínir starvsfelagar fáast við m.a. fyrisiting, KT, løgfrøði, HR og HTU.
Tú fært eitt arbeiði við smidleika, har tað eisini verður rúm fyri lívinum uttan fyri skrivstovuna. Vit leggja dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at lagið er gott og stuttligt á skrivstovuni. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum hjá hvørjum øðrum og virðismeta eitt álítandi arbeiðsumhvørvi.
Løn og setan
Starvsheiti er fulltrúi og tænastustaðurin er í løtuni á skrivstovuni í Havn. Starvið verður sett skjótast til ber. Talan er um fast starv fulla tíð, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð um tað ynskist. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum FMR og avvarandi fakfelag. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast okkum, við at trýsta á ljósabláa knøttin "Send umsókn" og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. mars 2023. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Thomas Magnussen, deildarleiðara á tlf. 290 811 ella t-post thma@lv.fo.
Landsverk byggir land
Landsverk er stovnur undir Fiski- og Samferðslumálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur v.m. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.