Vit leita eftir einum dugnaligum leiðara, sum hugsar strategiskt og tøkniliga, til virkisdeild okkara

 
Hevur tú hug til at reka og menna størstu deildina á Landsverki, sum hevur ábyrgd av at røkja undirstøðukervið, av maskinkeypi og -umvælingum umframt at framleiða og selja vegatilfar? Ert tú ein sjónligur leiðari, ið er nýhugsandi og megnar at fremja gott samskifti og at tryggja úrslit við at gagnnýta yrkiskunnleikan hjá tínum starvsfeløgum? So gleða vit okkum til at hoyra frá tær. 

Um virkisdeildina
Virkisdeildin arbeiðir innan trý høvuðsøkir, sum ávikavist hava undir hond: 
- At røkja landsins undirstøðukervi. Herímillum at røkja og umsita landsvegir og tunlar, og fevnir hetta t.d. um ábøtur, vegamarking, skelting, bilverju og vegjaðara, kavarudding umframt at umsita og røkja veðurstøðir og tyrlupallar
- At keypa og umvæla maskinur og amboð
- At framleiða og selja asfalt, grót og skerv

Deildin er tann størsta á Landsverki, og á deildini starvast samanlagt 90 starvsfólk. 

Tilfeingisraðfesting og keypspolitikkur – eisini við framtíðini í huga
Tú fært ábyrgdina av maskintilfeinginum hjá Landsverki og umsitingina av hesum. Nakrar av tínum høvuðsuppgávum verða at menna keypspolitikkin hjá deildini og raðfesta tilfeingi og útbúnað, og tískil mást tú hava kunnleika um og fylgja við í, hvat framtíðin innan maskinrakstur og -røkt fer at bera við sær. Tín uppgáva verður at umsita samlaðu fíggjarætlanina hjá deildini og tryggja, at hon javnvigar. Tað er tú, sum hevur langskygda yvirlitið, tá tað ræður um at gera fíggjarætlan, og tú tryggjar, at peningurin verður gagnnýttur á skynsamasta hátt. 

Strategisk menning og tvørfakligar loysnir
Tú fært ábyrgdina av at seta eina klára kós fyri deildina, sum samsvarar við yvirskipaðu málini og samlaðu avrikini hjá Landsverki. Tað er týdningarmikið, at tú hevur hug til at luttaka í samstarvinum við hinar deildirnar á Landsverki og megnar at síggja loysnir, sum fata um fleiri deildir á Landsverki. Tú hugsar strategiskt og torir at royna nýggjar mannagongdir og. Ein týðandi partur av starvinum verður at menna avrik hjá deildini.

Ein sterkur leiðari, ið fremur samskifti, álit og samstarv
Tú útinnir sjónliga leiðslu, hevur slagmátt og tekur ábyrgd – eisini tá tað snýr seg um tær torføru avgerðirnar. Tú verður leiðari fyri eina deild við nógvum ymiskum fakkunnleika og dugir tískil væl at samskifta og samstarva við fólk, sum hava sjónarhorn og royndir, ið eru øðrvísi enn tíni. Tú megnar at skapa eitt arbeiðsumhvørvi grundað á álit, har førleikarnir hjá tínum starvsfeløgum verða gagnnýttir beinleiðis, og tú fatar tað sum tína fremstu uppgávu at fáa tínar starvsfelagar til at menna seg og skapa góð úrslit. Tú fært ábyrgdina av at fremja samskifti og tryggja góða samskipan, ið fatar um fleiri økir hjá deildini fyri at styðja upp undir raksturin á skilabesta hátt. Hetta arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við teir fimm, dugnaligu millumleiðararnar á Virkisdeildini, og hesar fert tú í høvuðsheitum at samstarva við í dagliga arbeiðinum á deildini. HTU-økið hevur høga raðfesting, og tað er avgerandi, at tú í tínari leiðslu leggur alstóran dent á eitt trygt arbeiðsumhvørvi.
Tú dugir at røkta uttanhýsis samstarvið við útvegarar. Tú ert ímyndin av deildini og kann umboða Landsverk í fjølmiðlunum. 

Útbúgving og royndir
Vit vænta, at tú hevur drúgvar royndir í leiðslu og ert køn/ur í tí tøkniliga. 
Tú kanst t.d. vera útbúgvin sum verkfrøðingur ella maskinmeistari, men tín útbúgvingarleið er ikki avgerandi. 

Vit bjóða
Tú fært høvi at leiða eina deild, sum útinnir nakrar av aðaluppgávunum hjá Landsverki. Starv títt hevur tískil stóran týdning fyri gerandisdagin hjá føroyingum, tí tú ert við til at tryggja, at landsins undirstøðukervi riggar. 
Starvið fevnir breitt bæði í mun til yrkiskunnleika og leiðslu, og tú fært i stóran mun høvi til at seta tín dám á menningina og arbeiðsumhvørvið hjá deildini og Landsverki. Tú verður partur av einum virkisfúsum leiðarabólki, sum hevur eldhuga fyri at skapa ein stovn við dygdargóðum yrkiskunnleika og samstarvi, og har vit hvønn dag geva okkara íkast til at menna føroyska samfelagið – bæði tá talan er um landsins bygningar og undirstøðukervi.

Tað fer at bera til hjá tær at sparra og deila vitan í samstarvi okkara við ymisk, norðurlendsk sambond innan veg og ferðslu.

Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har vit hava virðing fyri yrkiskunnleikunum og sjónarhornunum hjá hvørjum øðrum. Vit leggja dent á eitt óformelt og stuttligt lag og á loysnir heldur enn forðingar.

Setanartreytir
Talan er um fast fulltíðarstarv og starvsheiti er deildarleiðari. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, ið hevur samráðingarrætt fyri starvið. Setanarøkið er Landsverk, og tænastustaðurin í løtuni er skrivstovan í Havn. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast við at trýsta á tann bláa knøttin "Send umsókn". Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. desember 2022. 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurd L. Lamhauge, stjóra, á tlf. 290 801 ella sila@lv.fo

Landsverk byggir land 
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi. Á stovninum starvast í løtuni uml. 140 starvsfólk. Samlaða játtanin til rakstur og íløgur í 2022 er góðar 600 mió..  

Úrslit: