Handverkari til smiðjuna í Øravík - endurlýsing


Landsverk sóknast eftir einum dugnaligum, álítandi og fleksiblum handverkara til smiðjuna í Øravík at byrja skjótast gjørligt. 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum, bilum og annað arbeiði í smiðjuni. Harumframt kann roknast við at skula hjálpa til í grótbrotinum í Porkeri, umframt luttøku í vetrahaldinum.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum entreprenørmaskinusmiður, maskinsmiður ella líknandi og hevur hevur tú vanligt koyrikort. Stóra koyrikortið og førleikar at koyra ymsar maskinur er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. 
 
Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur og arbeiðssom/-samur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið. 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum. 

Setanarviðurskifti 
Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag.

Arbeiðsstaðurin er Øravík, men roknast kann við, at arbeitt verður innan øll arbeiðsøki hjá Landsverki í Suðuroynni. Eisini má roknast við nakað av úrtíðararbeiði í ávís tíðarskeið.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast okkum, við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðu og vera okkum í hendi í seinasta lagið 4. oktober 2022. 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Teddy Johannesen, formann á tlf. 290 703 ella á teldupost tj@lv.fo.  


Úrslit: