Anleggsleiðari til tunnilstoymið hjá Landsverki

Sóknast verður eftir ágrýtnum og dugnaligum anleggsleiðara, ið hevur hug og hegni til at standa fyri og menna tunnilsgerð.

Um tunnilstoymið og Dalstunnilin
Í 2021 byrjaði arbeiðið at gera tunnil frá Húsavík til Dals í Sandoynni - tunnilin verður umleið 2200 metrar.

Høvuðsbyggiplássið er í Húsavík. Arbeiðið er skipað burturav innan Landsverk við einum tunnilstoymi, harumframt eru undirveitarar knýttir at arbeiðinum. Arbeiðið er nú komið nakað áleiðis, og er ætlanin at komið er ígjøgnum fjallið til Dals í seinnu hálvu av 2023. 

Ætlanin er at tunnilstoymið framyvir skal taka sær av gerð av minni tunnilsverkætlanum til smærri bygdir. Verkætlanin er skipað saman við verkfrøðiliga serkunnleikanum á Landsverki.

Um starvið
Anleggsleiðarin er dagligur leiðari á byggiplássinum og leiðir arbeiðsfólkið á staðnum við høvuðsfokus á framleiðsluætlan, manningarætlan, maskinamboð, tøkni, smiðju og HTU-skipan.

Anleggsleiðarin skal tryggja at arbeiðið verður framt í samsvari við galdandi tekningar og lýsingar.

Førleikakrøv 
- hægri útbúgving innan verkfrøði ella sum maskinmeistari
- duga at skipa og leiða arbeiðið á ein skynsaman hátt, herundir av manning, maskinamboðum v.m.
- góða rakstrarliga virksemisfatan
- góð samskiftis- og samstarvsevni
- er virkisfús/ur og dugir at leggja til rættis 
- hevur gott yvirlit og góða hugsavnan 

Løn og setan 
Starvið verður sett skjótast tilber. Talan er um fast starv fulla tíð og væntast kann, at talan verður um skiftandi arbeiðstíðir og til tíðir longri arbeiðsdagar, umframt frívikur.  Arbeiðsstaðurin er á byggiplássinum í Húsavík og á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og AKF ella Maskinmeistarafelagið.

Starvsetti má tola broytingar í innihaldi og vavi av starvinum.
 
Umsóknir 
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðuni. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. august 2022.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á Verkætlanardeildini á tlf. 29 08 71 ella siva@lv.fo 

Landsverk byggir land  
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur v.m. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.  

Játtanin til rakstur og íløgur í 2022 er 640,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 134 ársverk.
Úrslit: