Fulltrúi til verkætlanardeildina á Landsverki

 
 
Vilt tú vera við til at menna fyristingarliga økið innan almenna bygging? 
 
Verkætlanardeildin á Landsverki, leitar eftir ágrýtnum og dugnaligum starvsfelaga, ið hevur hug og førleikar at arbeiða í einum skipaðum stovni, sum hevur stóran samfelagsligan og politiskan áhuga og týdning. 
 
Um starvið 
Í starvinum fert tú at luttaka í samskipan av bæði størri og smærri verkætlanum innan bygningar og anlegg, har Landsverk er byggiharri. Tú fert at greina og fyrireika mál og gera frágreiðingar til viðkomandi partar. Í samstarvi við aðrar fakbólkar og deildir fert tú at vera við til at menna reglur, mannagongdir og skjøl fyri deildina. Tín uppgáva verður at samskipa arbeiðið og vera toghaldari, so menningin er støðug. Eisini fert tú at røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur og stuðla verkætlanardeildini í at fyrisita í mun til galdandi reglur, umframt at røkja fulltrúauppgávur fyri deildarleiðaran. 

Vit vænta, at tú  
• Hevur viðkomandi hægri akademiska útbúgving og royndir t.d. innan fyrisiting, verkætlanarleiðslu v.m. (nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja).
• Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi 
• Hevur lætt at samstarva við ymsar fakbólkar  
• Er virkisfús/ur og dugir at leggja til rættis 
• Hevur gott yvirlit og góða hugsavnan 
• Hevur góðan hug til at arbeiða við at menna nýggjar arbeiðshættir 
 
Vit bjóða  
• Eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum í eini deild, sum hevur nógv um at vera 
• Eitt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning, umframt síðumansupplæring 
• Eitt starv í einum toymi við fjølbroyttum fakbólkum 
• Frælsi at leggja egið arbeiðið til rættis 
 
Løn og setan 
Starvið verður sett skjótast tilber. Talan er um fast starv fulla tíð, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð um tað ynskist. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og BLF ella AKF. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.
 
Umsóknir 
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast okkum, við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðuni og skal umsóknin vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. juli 2022.
 
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á tlf. 290 871 ella siva@lv.fo.  
 
Landsverk byggir land  
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur v.m. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.  

Játtanin hjá Landsverk til íløgur í 2022 er 640 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 142 starvsfólk.

Úrslit: