Blandimeistari til asfaltframleiðsluna

 
Landsverk sóknast eftir blandimeistara til asfaltframleiðsluna á Sundi og í Hundsarabotni, at byrja skjótast gjørligt. 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um, at framleiða asfalt við PLC-stýrdari útgerð, viðlíkahald av asfaltverkunum og koyra lessara í sambandi við framleiðsluna.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum maskinist, maskinsmiður ella elektrikari. Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó er tað ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort.
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú sum persónur ert arbeiðssamur, fakliga dugnaligur og væl skipaður. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini kunna arbeiða í einum toymi, sum ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur.

Setanarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Roknast má við nakað av forskotnari arbeiðstíð og úrtíðararbeiði.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast okku, við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðu, og skal hon vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. juli 2022. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Árant Løkjá, verkleiðara á tlf. 290 757 ella arlo@lv.fo.  

Úrslit: