Skrivstovunæmingur

Droymir tú um eina starvsleið innan skrivstovuøkið, og kundi tú hugsað tær at arbeitt á einum stórum arbeiðsplássi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. 

Vit sóknast eftir nærløgdum skrivstovunæmingi til skrivstovuna í Havn. 
 
Um læruplássið
Sum skrivstovunæmingur á Landsverki fært tú eina góða yrkisútbúgving á einum sera fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi. Í lærutíðini skiftir tú millum at vera á arbeiðsplássinum og ganga í skúla.

Tú sleppir at royna teg við fjølbroyttum – bæði praktiskum og umsitingarligum - uppgávum á Fíggjardeildini og á Deildini fyri Skipan og Menning, og fert at læra um millum annað: 

-Bókhald
-Lønarumsiting
-Journal
-Móttøku
-Tolling
-Starvsfólkaumsiting

Um teg
Tú hevur miðnámsútbúgving, ert væl fyri innan KT, og dugir væl at brúka Office pakkan. Harumframt er týðandi at tú dugir væl at skriva føroyskt og at fáast við tøl.

Sum persónur ert tú sera væl skipað/-ur, og hevur eyga fyri smálutum. Harumframt ert tú fyrikomandi og tænastusinnað/-ur, og altíð til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, tá ið á stendur. 

Setanarviðurskifti  
Talan er um lærupláss, har tú fært útbúgving í fyrisiting. Hevur tú Búskaparbreyt ella HH er lærutíðin 2 ár, og hevur tú gymnasiala útbúgving av øðrum breytum, so er lærutíðin 2 ár og 6 mánaðir. 

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. 

Umsóknir
Umsókn við lívsrensli (cv) og prógvi skal sendast okkum, við at trýsta á ljósabláa knøttin "Send umsókn" ovast á hesi síðuni. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. august 2020. 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ásu Ósá, HR-leiðara á tlf. 290 816 ella teldupost asos@lv.fo. 
 
 
Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi. Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.
Úrslit: