Maskinførarar til Norðurøkið

Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan. Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi maskinførarum til norðurøkið at byrja skjótast møguligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir
kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða.

Væntanir til umsøkjarar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

Royndir innan fyri hetta arbeiðsøkið og at koyra entreprenør maskinur eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið.

Setanar og lønarviðurskifti 
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsøkið fevnir um alt norðurøkið, tó verður tín arbeiðsstaður á Lambareiði.

Í sambandi við vetrarhaldið og kavarudding kann roknast við, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 5 á morgni í norðurøkinum. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði, serliga í  vetrarhálvuni.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast okkum, við at trýsta á ljósabláa knøttin “Send umsókn”  ovast á hesi síðuni. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi á midnátt 14. august 2020.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920 ella umvegis t-post: arja@lv.fo.

Úrslit: