KT – Support næmingur til Landsverk

Kundi tú hugsa tær eina útbúgving innan KT, so  hevur tú nú møguleikan. 
Vit leita eftir einum framfýsnum og eldhugaðum KT support næmingi, sum skal vera við til at lyfta KT støðið á Landsverki upp í fremstu røð. 

Arbeiðsuppgávur
Sum KT support næmingur á Landsverki fert tú at arbeiða á einum arbeiðsplássi, har KT er hornasteinurin í øllum arbeiðinum hjá teimum áleið 150 starvsfólkunum, sum dagliga starvast á Landsverki. 

Rætti umsøkjarin fær eitt lærupláss, har viðkomandi verður ein lykla-persónur,sum við tíðini fær ábyrgd og ávirkan á starvsøkið.


Høvuðsuppgávan hjá KT support næminginum er at veita vanliga KT support á stovninum. Landsverk hevur fakskipanir frá veitarum úr Føroyum og uttanlands, og sum KT næmingur fert tú at samskifta við veitararnar um feilir og manglar. Harumframt er tætt samskifti við Landsnet, sum vit fáa KT grundtænastur frá.

Førleikakrøv
Tað er umráðandi, at tú sum persónur er  fyrikomandi og forvitin eftir at finna loysnir. 
Tú hevur miðnámsútbúgving ella royndir innan KT. Skuldi tú ikki havt koyrikort til persónbil, má hetta takast innan 3 mánaðar eftir starvssetan. 

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. 
Útbúgvingartíðin er vanliga 2 ár og 6 mánaðir. Lærutíðin fevnir eisini um skúlagongd í Dan
mark.   

Arbeiðsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn. 

Umsóknir
Umsókn, prógv  og lívsgongdarlýsing (cv) skulu sendast okkum, við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðuni, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. apríl 2020.    

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bergur Hansen, KT – leiðara á telefon 290 818 ella beha@lv.fo. 


Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi.   
            Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.
Úrslit: