Maskinførari til Hústoft

Landsverk søkir eftir maskinførara til grót- og skervverkið á Hústoft.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- at luttaka í dagligu framleiðsluni, herundir hava eftirlit við maskinútbúnaði, sum er í rakstri, og leypandi vera við í arbeiðinum at tryggja støðuga framleiðslu
- at vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
- at koyra entreprenørmaskinur

Um teg 
Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava vanliga koyrikortið, og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

Tað er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond.

Setanarviðurskifti 
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

Roknast kann við arbeiði í viðlíkahaldinum í norðurøkinum. Harumframt má roknast við nakað av úrtíðararbeiði. 

Umsóknir
Umsókn og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast okkum við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðuni, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. februar. 

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Jógvan Jákup Jacobsen, formann á tlf.  290 721 ella joja@lv.fo.

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi.   
            Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.
Úrslit: