Blandimeistari til asfaltframleiðslu

Landsverk sóknast eftir blandimeistara til asfaltframleiðsluna at byrja skjótast gjørligt. 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at framleiða asfalt við PLC-stýrdari útgerð, viðlíkahald av asfaltverkinum og koyra lessara í sambandi við framleiðsluna. 

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving, til dømis sum maskinist, maskinsmiður ella elektrikari. Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó er tað ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú sum persónur ert arbeiðssamur, fakliga dugnaligur og væl skipaður. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini kunna arbeiða í einum toymi, sum ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur.

Setanarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Roknast má við nakað av forskotnari arbeiðstíð og úrtíðararbeiði.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast okkum, við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðuni, og vera okkum í hendi í seinasta lagi  24. februar 2020. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Árant Løkjá, formann, á tlf. 290 757 ella arlo@lv.fo. 

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi.   
Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.
Úrslit: