Heitið pendlan sipar til orðið pendul, sum merkir at sveiggja aftur og fram. Ein pendlari er ein persónur, sum ikki býr ella arbeiðir á somu adressu. Pendlanin er ofta ein hvønndagslig ferð ímillum bústað og arbeiðsstað, men kann eisini vera ein ferð við longri tíðarbilum ímillum. Tí verður ein, ið ferðast regluliga millum heim og arbeiðs-, útbúgvingar- og/ella frítíðarstað, nevndur pendlari. At talið á pendlarum hækkar, stendst av øktum flytføri, har vegirnir og tunlarnir og sjóvegis ferðamøguleikarnir gerast fleiri, soleiðis at tað er lættari at ferðast millum heimið og dagligt virksemi.

Eitt pendlarapláss er eitt knútapunkt, har tveir ella fleiri vegir møtast, og har tað ber til at skifta ímillum slag av ferðslu. Til dømis frá privatbili til almenn flutningsfør ella felags koyring.

Nakrir hentleikar eiga at vera tøkir á pendlaraplássum sum eitt nú ruskspannir, bíðirúm, vesi, parkering og hentleikar til súkklur.

Øll pendlarapláss hava tó ikki sama tørv á øllum hentleikum, sum til dømis á Oyndarfjarðavegnum, har mett verður, at tørvur er á parkering fyri felags ferðslu. Av tí at tað ikki er eitt knútapunkt fyri almenna ferðslu, er ikki neyðugt við øðrum hentleikum á einum slíkum staði.

Hesin parturin um pendlan vísir á dømi um pendlarapláss, har umstøðurnar ikki eru nøktandi. Umskiftispláss, har fólk fara úr privatbili í buss, ferju ella í annan bil, eiga at hava nøktandi hentleikar.

Strandferðslan og Landsverk arbeiða tí við at gera eina støðulýsing av øllum pendlaraplássum í landinum og lýsa, hvar ávísir hentleikar mangla sum til dømis vesi, baðirúm, parkeringspláss og hentleikar til súkklur. Sum ein partur av hesi heildarætlan verður ein virkisætlan gjørd, tilmæli orðað, og kostnaðarmetingar gjørdar.

Um almenna ferðslan altíð skal vera eitt gott og væl skipað flutningstilboð hjá øllum, er neyðugt áhaldandi at planleggja felags ferðsluna, dagføra og tillaga verandi flutningstól og flutningskervi. Hetta snýr seg bæði um felags ferðslu á landi, sjógvi og í luftini – innanlands eins væl og uttanlands. Títtleikin av ferðasambandinum skal vera høgur, og ferðatíðirnar stuttar. Sjó-, land- og loftvegis flutningskervini eiga at stuðla hvørjum øðrum og vera samskipaði, og góðar umstøður eiga at vera til at skifta ímillum farleiðir á eitt nú farstøðum.

 

Mynstrið við pendlan broytist

Pendlaramynstrið í Føroyum er í støðugari broyting við alsamt batnandi 
framkomuleika hjá føroyingum. Tíðarfaktorurin, hvussu langa tíð tað tekur 
at koma frá bústaðinum til arbeiðsplássið, er avgerandi fyri, hvar fólk velja at arbeiða og búgva. Stórar framtíðarbroytingar í ferðslumynstrinum 
kunnu væntast sum avleiðing av Eysturoyartunlinum. 

Tíðin at ferðast ímillum Suðurstreym og Klaksvík/Skálafjørðin, minkar munandi, 
ferðingartíðin til Sandoynna minkar eisini munandi, tá Sandoyartunnilin er komin, og til Suðuroynna, sum tó liggur longri frammi í tíðini.

Skrásetingar og framrokningar av pendlingarmynstri eru ein umráðandi partur av, hvussu Strandferðslan og Landsverk planleggja samferðsluna. Ikki minst kring høvuðsstaðin, Klaksvík og Runavík. Størsta avbjóðingin er natúrliga har, sum ferðslan er størst. Tey tiltøk, ið verða sett í verk fyri at skipa ferðsluna til dømis til og úr høvuðsstaðnum, mugu lagast til ta ofta einrættaðu ferðsluna um morgunin og kvøldið.

Føroyar verða í framtíðini sum ein størri býur, tá allar oyggjarnar eru 
knýttar saman, og møguligt er at ferðast millum øll bústaðarpláss eftir 
landsvegunum. Væntast kann, at fleiri pendlarar leggjast afturat sum avleiðing av broytingunum í undirstøðukervinum. Sjóleiðir verða niðurlagdar, tí tunlar koma ístaðin, og bæði vinnan, ferðavinnan, privatkoyring og almenn ferðslukoyring fara at brúka undirstøðukervið meira og helst eisini á ein øðrvísi hátt.

Í mun til vanligu siðvenjuna at vilja búgva í miðstaðarøkinum tætt við arbeiðs- og frítíðarpláss, fara fleiri fólk at góðtaka at búgva longur burturi. Rákið í pendlaramynstrinum aðrastaðni er, at ferðast verður longri teinar, enn vit kenna her heima í dag. Kanningar úr Noregi vísa, at hægri útbúgvingar oftast hava eitt avmarkað útboð av størvum, og hetta ger, at fólk antin flyta bústað ella pendla langt til arbeiðis. Eisini vísa kanningar, at so hvørt bæði akfør og vegakervi mennast tøkniliga, hevur hetta ta ávirkan, at fólk í størri mun velja at koyra longri til arbeiðis (Norsk frágreiðing um burðardygga planlegging um flytføri: www.vegvesen.no/_attachment/2487660/binary/1295287?fast_
title=SVV+rapport+293+B%C3%A6rekraftig+mobilitetsplanlegging.pdfende-biler, www.vejdirektoratet.dk/side/vade-motorveje-kan-drille-de-selvkorende-biler).

Í Føroyum er ein støðugt vaksandi pendlaramentan, og tað váttar heimasíðan ella pendlaraportalurin www.pendlan.fo. Har ber til at finna fólk, ið kunnu koyra við einum, ella ein hevur møguleika fyri at koyra við øðrum. Á heimasíðuni kunnu øll skráseta seg sum brúkara, antin við bili ella uttan. Túrar verða stovnaðir, har upplýst verður, nær og hvar ein vil koyra. Síðani seta fólk seg í samband við hvørt annað og gera avtalur um tíð og kostnað. Heimasíðan vísir á vegleiðandi kostnað. Pendla.fo er stuðlað av Tórshavnar kommunu, Umhvørvisstovuni, Strandfaraskipum Landsins og Landsverki.

Felags og almenn ferðsla

Fólk hava ymisk sjónarmið viðvíkjandi felags og almennari ferðslu. Summi fólk uppliva túrar við bussi sum eitt kærkomið andarúm í einum annars skundmiklum gerandisdegi, meðan onnur vilja hava fult ræði á síni tíð og harvið flytførishátti. Ein áhugaverdur spurningur er, hvat liggur aftan fyri valið hjá tí einstaka av flutningstóli. Hetta við tí fyri eyga at finna útav, hvussu fólk kunnu eggjast til í størri mun at nýta almenna ferðslu ella samkoyring. Her er neyðugt at hyggja nærri eftir, hvørt talan er um persónligan livihátt, ið avger valið av flutningstóli, ella um møguleikarnir at pendla avspegla grundleggjandi samfelagsvirðir. Tað krevst kanska bæði ein persónlig hugburðsbroyting, men ikki minst at politiska skipanin raðfestir almenna ferðslu og pendlan, soleiðis
at neyðug kunningarátøk og tiltøk kunnu setast í verk. Pendlan fer uttan iva at vaksa í Føroyum, har fólk í størri mun fara at flyta seg við øðrum enn privatbili.

Danir hava dugað at ment sítt land sum eitt súkkluland, og fleiri av íbúgvunum í býum nýta súkklu og spara bilin og tilhoyrandi avgjøld burtur, sum eru til fyrimuns fyri teirra fíggjarstøðu. Súkklarar gera eisini vart við, at ferðin fær tey at kenna seg glaðari. Fyri danir tykist tíðin at koma til og frá arbeiði styttri, tá talan er um ein vakran ella onkursvegna innihaldsríkan súkklutúr. Hugurin at súkkla kann ertast fram, um fysiska
planleggingin av landi og býi tekur hædd fyri at hugsa onnur viðurskifti inn í arbeiðið enn skundleika og framkomuleika. Fólk, ið nýta bussin, hava møguleikan at lesa í eini bók, at sita við arbeiðsskjølum, hyggja eftir einari sjónvarpsrøð á Netflix ella lurta eftir podvarpi. Á slíkari ferð er møguligt at taka sær av løttum og leggja skundmikla gerandisdagin í dvala eina løtu. Hjáárin kunnu eisini vera fyri pendlan, um ferðatíðin er longri enn trý korter, sum til dømis strongd, ovurfiti, tunglyndi, høgt blóðtrýst og nakka- og ryggpína. Føroysk pendlaramentan er ikki merkt av hesum, tí teinarnir eru lutfalsliga stuttir og ódrúgvir.

Í Føroyum verður ferðatíðin úr Tórshavn ongantíð longri enn ein tími. Tann túrurin er til Suðuroyar, og hann verður helvtina styttri enn núverandi sjóvegis farleiðin við Smyrli, sum ivaleyst fer at koma flestu suðuroyingum væl við.

Føroyingar kunnu menna pendlaraplássini kring landið og eggja fólki til at nýta almennu flutningsmøguleikarnar og koyra fleiri saman í privatbili, í staðin fyri at ferðast einsamallur í privatbili. Tað er til fyrimuns bæði fyri felagsskapin, heilsuna, fíggjarstøðuna hjá einstaklinginum og veðurlagið.

Pendlarapláss

Almenna ferðslan á landi og sjógvi skal vera eitt gott og væl skipað flutningstilboð til øll, óansæð aldur og førleika. Tí eiga almenna ferðslan og ferðslumiðstøðir at verða innrættað til øll. Pendlarapláss verða skipað soleiðis, at tað ber til at seta bilin ella súkkluna trygt frá sær, áðrenn farið verður víðari í bussi, ferju ella í bil saman við øðrum. Almenna ferðslan skal vera eitt hóskandi tilboð til teirra, sum ferðast ímillum. Eitt nú við bussum og ferjum, har møguleiki er at arbeiða á ferðini.
 


Á fleiri av verandi pendlaraplássum er tørvur á betri hentleikum, tá ferðandi skulu skifta millum bil, buss ella ferju. Hentleikarnir eru til dømis góð parkeringsviðurskifti nærhendis bussteðgiplássi, bíðirúmi, vesi og møguligari bensinstøð.

LEIRVÍK: Busssteðgipláss eru báðumegin rundkoyringina við kirkjuna í Leirvík, og nærmastu hentleikar eru við Effo-støðina, har frástøðan er stívar 300 metrar. Góðir møguleikar eru at parkera á havnarlagnum. Tað eigur at verða kannað, um pendlarapláss kann gerast á Kráartanga.

MILLUM FJARÐA: TIL ÁVIKAVIST FUNNINGSFJØRÐ/OYNDARFJØRÐ: Bilar standa fram við landsvegnum við íbindingarnar. Mælt verður til at gera tvey minni pendlarapláss til í mesta lagi fimm bilar á økinum við báðar íbindingarnar, soleiðis at ferðslutrygdin ikki er í vága. 
KOSTNAÐARMETING: 600.000 krónur fyri hvørt.

SKÁLAFJØRÐUR: Saman við Effo í Skálafirði er ætlan gjørd fyri at 
umskipa alt økið í sambandi við nýggja vegin uttan um bygdina Skálafjørð. Bussarnir koyra inn á økið, og tað verður møguligt at seta bilin frá sær og fara í annan bil ella buss. Allir hentleikar eru á Effostøðini. 
Sí tilmælið í sambandi við íløguna, sum er partur av verkætlanini 
‘Vegur um Skálafjørð’.

KOLLAFJØRÐUR: Nógvir bilar steðga við høvuðsvegin, við brúnna um Dalánna. Kollafjørður er knútapunkt fyri bygda- og bussleiðir. Til tess at fáa mest møguligt burturúr, er best at hava pendlaraplássið tætt við rundkoyringina inn móti Kollafirði og/ella við Effo-støðina í Kollafirði. Tá er ætlanin at niðurleggja bussteðgiplássið við Kollafjarðartunnilin. Neyðugt er at kanna nærri, hvussu tørvurin á allari vestur- og norðurgangandi ferðslu kann nøktast frá einum pendlaraplássi. Strandferðslan hevur í longri tíð eftirlýst hetta plássið, har allar leiðirnar kunnu savnast saman. Sí tilmælið í sambandi við íløguna, sum er partur av verkætlanini Pendlarapláss í Kollfjarðardali.

VIÐ KIRKJUNA Í KOLLAFIRÐI: Parkeringspláss er á økinum, og tað er tætt við busssteðgiplássið og at keypa inn. Mælt verður til, at pendlarapláss í Kollfjarðardali verður gjørt sum eitt skipað knútapunkt fyri ferðsluna, ið fer ígjøgnum Kollafjørð. Avmarkaðir møguleikar eru fyri parkering við Sjógv og Norðuri í Sundum.

               Pendlarapláss landsvegis og havnirnar.


HAVNIR
Ferjurnar eiga at verða dagførdar, millum annað við atliti at hentleikum til ferðafólk og flutningsorku. Í øðrum lagi eiga ferjurnar at verða skiftar út, eins og bíðirúm eiga at verða gjørd soleiðis, at tørvurin hjá teimum dagligu pendlarunum verður nøktaður. Bæði viðvíkjandi uppihaldi og arbeiði á túrinum. Les meira í partinum Strandfaraskip Landsins – endurnýggjan av ferjuflotanum. Her skulu viðurskiftini á flestu havnarløgum hjá teimum, ið bera brek, eisini betrast munandi.

Fleiri av ferjunum eru ov gamlar, og ikki bygdar til tær leiðir, tær røkja, og eru tí ikki nakrar haldgóðar loysnir. Antin er tænastan ikki nóg góð, og/ella er raksturin óneyðuga dýrur. Ein endurnýggjan av ferjuflotanum eigur at viðgerast undir einum, so felags standardur kann leggjast í tær við atliti at væl skipaðum, tryggum og ódýrum rakstri frameftir.

SVÍNOY/FUGLOY–HVANNASUND: Avmarkaðir hentleikar. Møguleiki er fyri parkering í Hvannasundi. Í Svínoy og Hvannasundi eru bíðirúm, men annars avmarkaðir hentleikar í Fugloy.

KALSOY–KLAKSVÍK: Eingir hentleikar. Møguleiki er fyri parkering.

HAVNIN Í SYÐRADALI: Her eru parkeringspláss, har til ber at seta bilin og fara í buss, ferju ella annan bil. Tó manglar bíðirúm.

MYKINES–SØRVÁGUR: Eingir hentleikar.

NÓLSOY–TÓRSHAVN: Ein bági hjá ferðafólkunum er ov long frástøða av farstøðini í Havn til ferjuna. Úti í Nólsoy er eitt skýli til tey ferðandi. Møguleikarnir fyri langtíðarparkering í Tórshavn eru ikki góðir. Ferðslutørvurin í Nólsoy eigur at vera lýstur, og loysnir finnast fyri, hvussu ferðamynstrið verður, tá tríkiljan er komin.

SANDOY/HESTUR–GAMLARÆTT: Í dag mangla fleiri parkeringspláss á Gomlurætt, og parkeringin kann skipast betri. Bíðirúm og vesi eru á Gomlurætt. Eingir hentleikar eru til súkklur, og hentleikar til fólk við breki eru avmarkaðir.

SKÚGVOY–SANDUR: Avmarkaðir hentleikar og óskipaði parkeringsviðurskifti. Bíðirúm er í havnini á Sandi. Í Skúgvoy er einki.

SUÐUROY-TÓRSHAVN: Umstøðurnar á báðum støðum eru góðar. Tó eru tað ikki góðir møguleikar fyri langtíðarparkering í Tórshavn.

Tilmæli

Landsverk og Strandferðslan mæla til, at ein heildarætlan fyri pendlarapláss 
verður gjørd í samstarvi við viðkomandi kommunur. Somuleiðis at tey verða staðsett strategisk, soleiðis at møguleikarnar kunnu vera fleiri at koyra við hvørjum øðrum og nýta almenna ferðslu, bæði buss og ferjur.

Harafturat skulu hentleikar til súkkling verða, soleiðis at fólk trygt kunnu stilla súkkluna, pumpa luft í hjólini og annað.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: