Aðalmálið við ferðslutrygdararbeiðinum er nullhugsjónin; at eingin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni”. Hetta er eisini málið fyri ferðslutrygd í sambandi við samferðsluplanlegging. Seinastu nógvu árini er arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina hjá teimum ferðandi. Arbeitt verður bæði við at minka um vandan fyri, at óhapp henda og minka um avleiðingarnar av teimum.

Sniðgevingar av vegum og vegaumhvørvinum skulu vera leiðandi, og tað merkir, at sjálvur vegabygnaðurin skal vísa bilførarum, hvør atburður í ferðsluni er tann rætti. Vegabygnaðurin skal eisini vera eftirgevandi, og merkir tað, at vegurin eigur at verða gjørdur soleiðis, at so fáir fólkaskaðar sum møguligt henda, um eitt óhapp hendir, og at neiligu fylgjurnar eftir óhappið eru so avmarkaðar sum møguligt. Kanningar vísa, at stórur partur av øllum óhappum standast av menniskjansligum mistøkum. Hesi óhapp eru ring at fáa heilt burtur, men neiligu avleiðingarnar av óhappunum kunnu minkast, um vegurin er bygdur soleiðis, at tey ferðandi ikki doyggja ella fáa álvarsligt mein í einum ferðsluóhappi.

Í 2007 var fyrsta ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar gjørd, sum fevnir um fleiri ítøkilig tiltøk, ið kunnu gera tað tryggari í ferðsluni. Fleiri av hesum tiltøkum eru sett í verk. Stórt arbeiði liggur handan ætlanina, og hon er aftur dagførd í 2019. 

Talið á skrásettum ferðsluóhappum er nógv minkað seinastu árini. Eisini ferðsluóhapp við fólkaskaða og deyða sum avleiðing. Hetta er eitt rák, ið er í øllum grannalondum okkara og kann bæði vera orsakað av, at nógv og miðvíst ferðslutrygdararbeiði við kunning og átøkum er og verður gjørt, og helst eisini tí, at fólk eru meira varin.

 


Mynd 1: Tal av skrásettum ferðsluóhappum í Føroyum fyri tíðarskeiðið 1995-2017.

 


Mynd 2: Tal av ferðsluóhappum við fólkaskaða í Føroyum fyri tíðarskeiðið 1995-2017.

 

Føroysku tølini fyri deyð í ferðsluni eru smá, og stór sveiggj eru frá ári til árs. Kortini kunnu tølini samanberast við tølini í hinum Norðurlondunum.

 


Mynd 3: Deyð í ferðsluni pr. 100.000 fólk í Norðurlondum

 

Umframt menniskjansliga tapið, sum stendst av ferðsluvanlukkum, har fólk verða skadd ella doyggja, eru slíkar vanlukkur eisini ein fíggjarligur missur fyri samfelagið. Ráðið fyri Ferðslutrygd gjørdi í sambandi við álitið Ávegis til Nullhugsjónina” eina útrokning av, hvat ein skaddur persónur í ferðsluni kostar samfelagnum í mió kr. Niðanfyri síggjast hesi tølini framroknaði til 2017.

 

Skrásetingar og ferðslutrygdareftirlit
Arbeitt verður støðugt við at heinta inn neyvar upplýsingar, útgreiningar og tøl, sum vísa, hvar og hví óhapp henda. Hugt verður eisini út um landoddarnar eftir kanningum og royndum aðrastaðni. Eins og aðrastaðni eru menniskjanslig mistøk orsøk til flest øll ferðsluóhapp í Føroyum. 

Havarikommissionen for vejtrafikulykker (HVU) í Danmark hevur síðani 2001 gjørt gjøllar kanningar av óhappum, ið ofta koma fyri og álvarsomum óhappum. Her er kannað, hví ferðsluóhappið er hent.

 


Mynd 4: Talið av óhappum, har ávikavist ferðandi, akfør, vegur og umhvørvi eru atvoldin.

 

Mynd 4 vísir orsøkirnar til ferðsluóhapp. Ymsu atvoldirnar kunnu allar vera í senn og eru ofta tað. Ferðandi, akfør, vegir og umhvørvi kunnu øll samstundis vera atvoldin til at óhapp henda. Rúsdrekka og ov høg ferð kunnu føra til, at ferðandi sjálvi eru atvoldin til óhapp. Sambært kanningini hjá HVU vóru vegirnir ella umhvørvið ein atvold í hvørjum fjóðra óhappi (25 %), og brek í akfari var ein atvold í 14 % av óhappunum. Sambært kanningini eru ferðandi ein beinleiðis ella óbeinleiðis orsøk til óhappini. HVU metir, at tað kann sleppast undan fleiri av óhappunum, um atburðurin í ferðsluni er sømiligur og hóskandi. 

Nevndu atvoldirnar til óhapp vísa á sera umráðandi vitan um tilgongdirnar, mekanismur og samanhangir, ið føra til óhapp. 

Vitanin er eisini eitt virðismikið amboð til at meta um, hvussu álvarsom ferðsluóhapp kunnu fyribyrgjast. Um eitt nú “vánaligt sýni” er ein atvold til eitt óhapp, kann ein betran av sýninum á vegnum fyribyrgja slíkum óhappum. Tískil ber eisini til at fáa talið av ferðsluóhappum niður við at gera vegakervið tryggari. Sambært nullhugsjónini skal vegakervið eisini vera innrættað soleiðis, at tað er eftirgevandi. 

Tað merkir, at tað ikki skal kosta lív at gera menniskjanslig mistøk í ferðsluni. Tá ferðslutrygdartiltøk skulu lýsast og raðfestast, verður hugt eftir skrásettum ferðsluóhappum fyri at finna vegateinar, har flestu óhappini henda, og orsøkirnar til óhappini vera lýstar. Hesir vegateinar verða síðani kannaðir í einum ferðslutrygdareftirliti fyri at vísa á tiltøk, ið kunnu betra trygdina og fyribyrgja óhappum.

Seinast dagført: 04.11.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: