Núverandi støða

Nýggj brúgv er gjørd um Fossá, men verandi vegur er smalur og mangla vegakslar í fleiri støðum. Á einstøkum støðum er vandi fyri grótlopi. Vegurin liggur lutvíst í bygdum øki. Í januar 2019 búðu 114 fólk í Haldórsvík, 39 á Langasandi og 53 í Tjørnuvík. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar til Tjørnuvíkar.

Tilmæld loysn

Vegurin verður dagførdur, og tryggjað verður móti grótlopum. Alternativt kann vegurin breiðkast til tvær vegbreytir. Báðar verkætlanir kunnu gerast í pørtum, so hvørt játtan er.

Kostnaðarmeting 2019

Dagføring:
55 mió. krónur


Breiðkan av vegi:
100 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Breiðkan av vegnum kann gerast við gróti frá tunnilsgerð til Tjørnuvíkar.

 

Seinast dagført:03.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: