VegateinurinMillum Fjarða - Funningsfjørður

Núverandi støða

Við ársbyrjan 2019 búðu 63 fólk í Funningsfirði, 16 í Elduvík, 49 í Funningi og 31 við Gjógv. 

Vegurin verður dagførdur fyri at kunna nøkta tørvin á ferðsluni tey næstu 20 árini. 

Vegurin liggur rímiliga væl, men er ov smalur og ikki bygdur til ferðsluna í dag, har trýstið av størri akførum støðugt økist. 

Vegurin er umleið 2 km langur, og bert umleið 200 m eru tvíbreytaðir. Størri bilar kunnu ikki møtast á vegnum, tí langt er millum víkiplássini. Tað skapar avbjóðingar, tá størri akfør møtast á vegnum.

Tilmæld loysn

Eingin avleidd verkætlan.

Kostnaðarmeting 2019

Sjálv víðkanin verður mett at kosta 12 mió. krónur, harafturat 2 mió. krónur til asfaltering.

Tilsamans:
14 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Um grót frá Gøtudalstunlinum verður nýtt, kann 1/6 sparast í sambandi við gerð av verklagnum. Tað er tó treytað av, at víðkanin av vegnum og Gøtudalstunnilin verða gjørd samstundis, soleiðis at tilfar ikki skal leggjast á goymslu.

 

Seinast dagført:05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: