Núverandi støða

Norðradalsvegurin, sum er íbundin Oyggjarvegin, er sera brattur, smalur og liggur høgt. Serliga í vánaligum veðri eru trupulleikar at koyra til og úr bygdini. Í oktober 2019 búðu 9 fólk í Norðradali. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.

Tilmæld loysn

Verandi vegur kann betrast við víkiplássum, vegøksl og bilverju, og brattastu brekkurnar kunnu leggjast slættari. Harafturat er vakurt útsýni yvir Norðradal og Koltur á Norðradalsskarði. Parkeringsviðurskiftini har kunnu betrast við millum annað borðum og ruskíløtum.

Kostnaðarmeting 2019

Dagføringar av vegi:
9 mió. krónur (5.500 kr./ m).

Steðgipláss (viewpoint):
250.000 krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført:05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: