Heilsutrygd leitar eftir nýggjum viðtaluhølum til Økisheilsuskipanina í Tórshavn.
Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til viðtaluvirksemi hjá Økisheilsuskipanina undir Heilsutrygd. Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella í parti av bygningi, ið er væl egnaður, og nýtslan annars samsvarar við virksemið hjá Økisheilsuskipanini. Ætlaða leigumálið kann fevna um nýggjan, útbygdan ella umvældan bygning.
Útbjóðingartilfarið er sammansett av:
/ Skjal A. Hesum útboðsbrævi 01.09.2023
/ Skjal B. Leigusáttmáli (frymil hjá Landsverki)
/ Skjal C. Trú- og heiður váttan um falnað skuld til tað almenna (frymil hjá Landsverki)
Útbjóðingartilfarið er atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin Dalux hjá ordragevara á:
https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-25381
Freistin at lata inn tilboð er týsdagin 3. oktober kl. 14:00.