Hvannasundstunnulin verður stongdur hesa vikuna fram til leygarmorgunin 17. apríl, frá klokkan 22:00 til 06:00. Bilar sleppa ígjøgnum á midnátt, kl. 02:00 og 04:00.
Arbeitt verður á Kaldbaksvegnum, millum Kaldbaksbotn og Kaldbak. Gerandisdagar verður vegurin stongdur eftir tørvi í uml. 15 minuttir hvørja ferð.
Arbeitt verður fram til 15/05-2021.
Arbeiðsvegur verður gjørdur við Skálavíkarvegin, eystanfyri vegamóti Skálavík og Húsavík.
Bilførarar vera bidnir um at vísa varsemi.
Arbeitt verður á Kaldbaksfjarðarvegnum, við Sandvíkarhjalla frá tíðarskeiðnum 26/01 og fram til 01/05-2021.
Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.
Skerv- og asfaltsølurnar hjá Landsverki eru stongdar frá fríggjadegnum 18. desember kl. 12:00 til mánadagin 4. januar 2021 kl 08:00.