Í samband við vegarbeiði við tunlarnar norður um Fjall, verður ferðslan tarnað á tunnilsvegnum omanfyri Ánirnar, fram til jólar. Bilførarar vera bidnir um at vísa varsemi.
Frá kl. 06:00 til kl. 20:00 kann koyrast ígjøgnum 15. hvønn minutt.
Úr Norðdepli:
Kl. 06:00, 06:15, 06:30 og 06:45 o.s.fr.
Úr Ánunum:
Uml. kl. 06:07, 06:22, 06:37 og 06:52 o.s.fr.
Arbeiðsvegur verður gjørdur við Skálavíkarvegin, eystanfyri vegamóti Skálavík og Húsavík.
Bilførarar vera bidnir um at vísa varsemi.