Kunngerðir
Vís allar

Gerðisvegur03-06-2020

Vegna vegarbeiði verður Gerðisvegur í Funningsfirði stongdur fyri allari ferðslu hóskvøldið 4.juni frá klokkan 18 til 23. Víst verður til vegin um Eiðisskarð.

Lambareiði02-06-2020

Frá 3. til 19. juni 2020 verður arbeitt á landsvegnum við Lambareiði. Koyrið varliga.

Tunlarnir Norður um Fjall28-05-2020

Ferðslustýringin við tunlarnar Norður um Fjall er óvirkin í løtuni.

Gásadalstunnilin28-05-2020

Frá 2. juni til 16. juli verður Gásadalstunnilin stongdur vegna arbeiði mánakvøld - fríggjamorgun frá kl. 21-07, tó sunnukvøld frá á midnátt. Ferðslan sleppur gjøgnum tunnilin á midnátt, kl. 03 og kl. 06. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa gjøgnum tunnilin.

Sandavágur_Giljanes27-05-2020

Fram til 19. juni verður mold løgd fram við gongubreytina millum Sandavág og Giljanes.

Leirvíkartunnilin20-05-2020

Leirvíkartunnilin er opin aftur sum vanligt um næturnar. Lýst verður, tá arbeiðið í tunlinum fer í gongd aftur.

 

Sandvíkarhjalli18-05-2020

Millum 25. mai og 24. juli verður arbeitt við at umleggja ferðsluna millum Hvítanes og Sandvíkarhjalla yvir á nýggja vegin. Koyrið varliga.

Vestmanna14-05-2020

Frá 18. mai og fýra vikur fram verður arbeitt í gongubreytini við Fossaverkið. Meðan arbeitt verður, fer partur av vegnum at verða nýttur sum gongubreyt. Koyrið varliga.

Akrar - Lopra12-05-2020

Frá 18. mai til 18. november 2020 verður arbeitt á landsvegnum millum Akrar og Lopra. Koyrið varliga.

Við Hotel Vágar05-05-2020

Frá í dag og fram til 16. juni verður arbeitt við Hotel Vágar. Koyrið varliga.

Saksun25-03-2020

Frá í morgin og fram til 1. juni verður arbeitt við at gera víkipláss á Saksunarvegnum.

Hvalba - Nes10-02-2020

Vegna vegarbeiði verður vegurin frá Hvalba til Nes umlagdur í tíðarskeiðinum frá 10. februar fram til 1. juni 2020.

Hvalbiartunnilin28-11-2019

Arbeitt verður við Hvalbiartunlinum trongisvágsmegin frá 29. november 2019 til 1. juni 2020. Koyrið varliga.

 

Trongisvágsvegurin09-09-2019

Í sambandi við tunnilsarbeiði til Hvalbiar verður arbeitt fram við Trongisvágsvegnum, vestan fyri plantasjuna, í tíðarskeiðinum 9. sept. 2019 - 9. sept. 2020.

 

Sandoy30-08-2019

Fram til mánaðarskiftið august-september 2020 verða ferðsluljós nýtt í sambandi við, at koyrt verður við dumpara tvørturum landsvegin í Traðardali.

Visti tú?

Verkætlanir

Úrslit: