Í arbeiðinum at byggja nýggju tunlarnar Norður um Fjall, skal Landsverk kunna um, at nú verður nýggi vegurin í Depli samanbundin við verandi veg.
Sum fylgja av tí, verður ein ljósstýring sett upp á vegastrekkinum í Depli, ið kemur at skifta 4. hvønn minutt.
Roknast kann við, at arbeiðið kemur at varða áleið 6 mánaðir.
Frá kl. 06:00 til kl. 20:00 kann koyrast ígjøgnum 15. hvønn minutt.
Úr Norðdepli:
Kl. 06:00, 06:15, 06:30 og 06:45 o.s.fr.
Úr Ánunum:
Uml. kl. 06:07, 06:22, 06:37 og 06:52 o.s.fr.
Arbeitt verður fram við landsvegnum frá Norðasta Horn og til Gomlurætt, tíðarskeiðið 31/8-2021 og fram til august í 2023.
Bilførarar vera bidnir um at vísa varsemi hatta tíðarskeiðið.
Arbeiðsvegur verður gjørdur við Skálavíkarvegin, eystanfyri vegamóti Skálavík og Húsavík.
Bilførarar vera bidnir um at vísa varsemi.