25-04-2022
Í sama bólki sum Aloe Vera
Asfaltverkið á Sundi lýkur strangastu umhvørviskrøv, einki verður latið á sjógv og hvíti roykurin úr skorsteininum er nærum 100% dampur.

Landsverk vil miðsavna alla asfaltframleiðsluna hjá Landsverki á Sundi. Staðsetingin á Sundi er munandi betri viðvíkjandi veðri og er lættari og krevur minni orku at koma til og frá við tilfari til verkið, enn um koyrast skal í Hundsarabotn.

Asfaltverkið á Sundi er nútímansgjørt og seinastu dagføringarnar eru nú fyri í Løgtinginum, har biðið verður um loyvi at brúka 10 milliónir krónur. Úrslitið verður eitt nýmótans asfaltverk, ið lýkur øll krøv.

Tíðindaportalurin in.fo endurgevur í dag, flaggdagin 25. apríl, ónevndar keldur í Kaldbak fyri at verða ótrygg við asfaltverkið á Sundi. Í greinini verða ymiskir skeivleikar bornir fram, sum Landsverk við hesum vil rætta.

Tjøra verður ikki brúkt í asfalti í Føroyum, so her má talan verða um eina misskiljing.

Síðani verður komið inn á luktin frá bitumen, sum er bindievni latið verður í asfalt. Eyðkendi lukturin merkist serliga, tá asfalterað verður og í sambandi við áfylling av lastbilum. Asfalt er í høvuðsheitum 95 % steintilfar og 5 % bitumen.

Bitumen verður av The International Agency for Research on Cancer (IARC) bólkað í bólk 2B, sum viðgerð evni í møguliga eru krabbaelvandi fyri menniskju. Bitumen er í sama bólki sum Aloe Vera, og tískil er ikki talan um eitt evni, sum verður kategoriserað sum vandamikið.

Tað verður mett at vera vandaleyst at arbeiða við asfalti. Tá má vandin sigast at vera enn minni fyri tey, sum búgva ein kilometur burtur frá

Greinin á in.fo vísir eisini á, at ónevndu fólkini í Kaldbak halda, at asfaltverkið misprýðir náttúruna á Kaldbaksfirði. Men skulu vit hava eitt asfaltverk, so má tað vera onkustaðni í Føroyum.

Landsverk hevur víst myndugleikunum á, at besta staðsetingin fyri asfaltverkið er á Sundi. Fyri Landsverk, fyri vinnuna og fyri samfelagið.

Úrslit: