Heim í Havn til børn og ung við autismu

UNDANGÓÐKENNING: Landsverk heitir hervið á fyritøkur um at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á omanfyristandandi uppgávu. Kunnandi verður upplýst, at komandi útboðið verður framt sum eitt bundið útboð við undangóðkenning sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing. Til kunningar fer Landsverk at bjóða trimum til fimm fyritøkum inn at geva tilboð. Verkætlanin verður boðin út í høvuðsarbeiðstøku.

Lýsing av uppgávuni
Heimið, sum er ætlað børnum og ungum við autismu, er í 4 eindum. Búeindin, sum inniheldur íbúðir, fevnir um felagsøki til 6 borgarar.Síðan er ein umlættingareind við 6 kømurum, umframt felagsøkjum til umlætting. Virkniseindin verður eitt dagtilboð til áleið 15 børn og ung, og so ein starvsfólkaeind við hentleikum til starvsfólkini. Heimið hevur felags heintleikar so sum venjingarrúm, sansarúm, verkstað, vátnavirksemið, teldurúm, ítrívsrúm, fleiri uppihaldsrúm og uttandura spælipláss.

Bruttovíddin á bygninginum er 1.192 fermetrar, og samlaða grundøki er 7.600 fermetrar. Byggiøkið er staðsett á Kvíggjartúni á Argjum.

Úrslit: