Fróðskaparsetur Føroya Høvuðsumvæling, Takálegging á Lon 5

Biðið verður um tilboð uppá niðurtøku av rennustokkum og takskeggið harumframt álegging av nýggjari tekju á Lon 5. Hetta arbeiði inniber nýggjar lektir, krossviðaplátur og takpapp. Harumframt skal úthang leingjast. Arbeiðið skal vera liðugt í ultimo september 2023.

Landsverk (hereftir ”byggiharri”) heitir við hesum á tykkara fyritøku um at geva tilboð upp á omanfyrinevndu uppgávu.

 

Útboðstilfarið

Útbjóðingartilfarið er sammansett av:

  • Hesum útboðsbrævinum [dagf. 22.05.2023]
  • Tilboðslisti (við nøgdarlistum) [dagf. 22.05.2023]
  • Tíðarætlan [dagf. 19.05.2023]
  • Tekningar [dagf. 19.05.2023]
  1. A-X-1-BP-001 Byggiplásstekning
  2. A-5-6-DE-01 Serm. takskegg í lægra enda
  3. A-5-6-DE-02 Serm. takskegg í hægra enda
  4. A-5-6-DE-03 Serm. takskegg í skjøldri
  •  Trú- og heiður váttan um falna skuld til tað almenna (Frymil hjá Landsverk

 

Útbjóðingartilfarið er atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá ordrageva á: https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-23431

 

Tilboð skulu handast í síni heild, í seinasta lagið: 13. juni 2023 kl. 14:00.

 

Freist: 13.06.2023 KL 14:00
Úrslit: