Verandi farleið Norður um Fjall úr Klaksvík til Árnafjarðar og víðari til Norðdepils varð tikin í nýtslu, tá tunlarnir vóru latnir upp ávikavist í 1965 og 1967. Tunlarnir eru einbreytaðir og lúka ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er einans 3,1 metrar og breiddin 3,5 metrar. Tí kunnu heilt stór akfør ikki koyra ígjøgnum tunlarnar. Tunlarnir eru sostatt ein fløskuhálsur til fyri virksemið norðan fyri tunlarnar. Í 2018 var gerandisferðslan um samdøgrið 1.400 akfør, sum eru tald vestan fyri Árnafjarðartunnilin. Í januar 2018 búðu 355 fólk á Viðareiði, 245 í Hvannasundi, 166 í Norðdepli, 1 í Depli, 2 á Norðtoftum og 64 í Árnafirði.
Arbeiðið við dagføringini av verkætlanini er ikki heilt liðugt og heldur fram nakað inn í 2020. Avgerð skal eitt nú takast, um munnarnir skulu gravast út, áðrenn tunnilin verður boðin út. Játtanin í 2019 var á 1,5 mió. kr., men nakað leyp av, sum var flutt til 2020, so til ber at halda fram við fyrireiking av verkætlanini.
Arbeiði at byggja nýggju tunlarnar norður um Fjall gongur væl. Seinastu tríggjar vikurnar eru tilsamans borðaðar 198m fyri báðar tunlarnar.
Arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall gongur væl og er nú helvtin av arbeiðinum gjørt.
Hugnaløta var í Árnafirði 18. august, nú 3000 m. eru sprongdir tilsamans fyri báðar tunlarnar.
Arbeiði at gera nýggjur tunlarnar norður um Fjall gongur væl, og eru nú í alt sprongdir 3000 m. fyri báðar tunlarnar.
Arbeiðsánari:
Byggiharri:
Byggiharraráðgevi:
Tekniskur ráðgevi:
Fakeftirlit tunnil:
Fakeftirlit vegir:
Arbeiðstakari:
Tíðarætlan:
Samlaður fíggjarkarmur: