Um Tjóðpallur Føroya skal kunna menna yrkisleiklistina og harvið vera við til at styrkja um áhugaleiklistina, er neyðugt, at arbeiðsumstøðurnar eru soleiðis, at livast kann upp til tey krøv, ið løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. ásetir. Bygginevndin ímyndar sær, at bygt verður eitt Tjóðleikhús á umleið 4.000 fermetrar, íroknað parkeringsumstøður, uttanumøki og tøkni til bygningin annars. Tjóðleikhúsið skal húsa øllum teimum hentleikum og krøvum til fleksibilitet og dygd, ið væntast kannn av einum nútímans leikhúsi bæði til leikframleiðslu, leikara- og áskoðaraumstøður og umsiting og annað, soleiðis sum tað stendur byggiskránni.
Arbeitt hevur verið til tillagingum í byggiskránni, og í mai 2018 varð farið kanningarferð til Danmarkar at hyggja eftir tjóðleikahúsum, sum svarar til støddina á hesi verkætlan. Á ferðini vóru umboð fyri Tjóðpall Føroya, Mentamálaráðið, Tórshavnar kommunu og Landsverk. Byggiskráin er síðani latin MMR, og bíðað verður eftir, at gongd aftur verður sett á verkætlanina.
Eingin játtan er fyri 2019, men sannlíkt er, at játtan verður á fíggjarlógini fyri 2020. Verkætlanin er í eini tilgongd, har arbeitt verður við at fáa yvirtið grundstykkið, ið byggjast skal á.
Síðsta hond verður løgd á byggiskránna á heysti 2018.
Bygningsánari: Mentamálaráðið
Brúkari: Tjóðpallur Føroya
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Ikki valdur enn
Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur enn
Tíðarætlan: Ikki ásett enn
Kostnaðarætlan: Ikki ásett enn