Eftir at útbúgvingartilboðið á Tekniska Skúla í Klaksvík øktist í sambandi við matvøruútbúgvingina, var tørvur á at raðfesta betri hølisviðurskifti. Í hesum sambandi skuldu eisini umstøðurnar til miðnámstútbúgvingina, HF, bøtast, so skúlin eftir útbygggingina kundi hýsa hesum báðum útbúgvingarleiðunum. Afturat hesum eru dagføringar av samlaða virkseminum á skúlanum gjørdar.
Arbeiðsánari: Mentamálaráðið.
Byggiharri: Landsverk.
Ráðgevi: Arkitektar 99
Undirráðgevi: SMJ og LBF
Undirráðgevarar: HMP Consult, PB consult og KJ Elráð
Arbeiðstakarar: Kanjon, Malltek, Jan Ellebye Andersen, Blikksmiðjan, El-In og Magni Jacobsen
Játtan: 36,2 mió. kr.
Útbyggingin av skúlanum fevnir um 1.450 fermetrar, umframt 80 fermetrar til sambygging av bygningunum. Á Tekniska Skúla í Klaksvík eru umleið 200 ársnæmingar, meðan starvsfólkini í ársverkum eru 45 í tali.