Naviair fer at seta upp nýggja radomu á rotunduna á site C á Sornfelli. Gamla radomanin fórst í storminum um jóltíðir 2016. Ætlanin er at byrja arbeiðið fyrst í mai 2018. Áðrenn hetta kann byrja, skal radaraskannarin setast á piedestallin aftur. Skannarin varð tikin av fyri veturin, tí hann kann ikki standa óvardur á Sornfelli í vetrarhálvárinum.
Komið er hálvan veg við viðlíkahaldstíðini í ár, og arbeiðið gongur eftir ætlan. Tað, sum gjørt verður í ár, er millum annað at fuga Radome C, ið er tann størri kupilin. Somuleiðis verða betongakkerini til radiomastrina umvæld og styrkt. Portalurin fekk skaða í vetur og er nú umvældur. Eisini verður atgongdsskipanin útbygd og dagførd.
Arbeiðsárstíðin byrjar um miðjan mai, og tað fyrsta, ið verður raðfest, er at fuga tann norðara kupilin.
Upprudding eftir skaðanum í 2016 eru enn í gongd, eins og viðlíkahald framvegis verður gjørt. Sum leigumál er ein nýggjur veðurradari komin. Fokus er á syðra kupil, sum er í sera ringum standi. Her fyriliggur tó eingin játtan enn.
Elarbeiði, málaraarbeiði og annað eru gjørd, og í løtuni verður arbeitt við tetting, ið hevur verið nógv darvað av veðrinum. Støðin er aftur í fullum rakstri.
Kupilin er monteraður allur sum hann er, og reisigildi var 11. juni. Í løtuni verður eftirarbeiði gjørt. Eitt nú tetting, elarbeiði, máling v.m. Arbeiðið, sum gingið sera væl, ikki minst takkað veri góða veðrinum, verður væntandi heilt liðugt fyrst í juli, tá radarin eisini verður í gongd aftur.
Havandi í huga veðurviðurskiftini á Sornfelli – sjálvt á vári og sumri – má roknast við, at arbeiðið tekur seks-átta vikur. Arbeiðið væntast tískil liðugt um mánaðarskiftið juni-juli 2018.
Bygningsánari: Samferðslumálaráðið/Landsverk
Brúkari: Naviair, umframt fleiri stovnar/feløg
Byggiharri: Naviair
Høvuðsráðgevi: Ikki valdur enn.
Høvuðsarbeiðstakari: Eysturlon
Tíðarætlan: Mai-juni 2018
Kostnaðarætlan: ikki almenn