Asfaltarbeiði fyri Landsverk 2023 – Gøta

Landsverk bjóðar við hesum asfaltarbeiði í útboð, talan er um asfaltarbeiði fyri strekki frá rundkoyringini í Gøtudali til omankoyringina til Syðrugøtu. Arbeiðið fevnir um fresing og asfaltering, talan er um at fresa verandi slitlag, bøta skaðar í bindilagnum og at asfaltera nýtt slitlag, sí nærri lýsing í Fylgiskjal A – tørvlýsing.

 

Útboðið verður framt sum eitt:

  • Alment útboð sambært løgtingslóg 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m., við broytingum lýstar í løgtingslóg nr. 52 frá 6. mai 2016. 

 

Útboðstilfarið

Útbjóðingartilfarið er sammansett av:

  • Hesum útboðsbrævi
  • Fylgiskjal A – Tørvlýsing – Asfaltarbeiði Gøta                                                                                                                                                             23. mai 2023
  • Fylgiskjal B – Tilboðslisti – Asfaltarbeiði Gøta                                                                                                                                                             23. mai 2023
  • Asfalthondbókin 2018 hjá Landsverk
  • ABF06
  • Trú- og heiður váttan um falna skuld til tað almenna (Frymil hjá Landsverk)

 

Legg til merkis at útbjóðingartilfarið er atkomuligt gjøgnum nýggja talgilda samskiftispallin hjá ordrageva á:


https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-23522

Vegleiðing til hvussu tú stovnar brúkara á Dalux, kann lesast her

 

Tilboð skulu handast í síni heild í seinasta lagi:

Fríggjadag 16. juni 2023, klokkan 14:00

Freist: 16.06.2023 KL 14:00
Úrslit: