Asfaltarbeiði fyri Landsverk 2023 – frá Konusteini til Kambsdal

Landsverk bjóðar við hesum asfaltarbeiði í útboð, talan er um asfaltarbeiði fyri strekki frá Konusteini til Kambsdal, strekkið er frá har vegurin er avgrivin við KJ-Hydralik og til har sum tað bleiv asfaltera í 2022. Sí nærri lýsing um arbeiði í Fylgiskjal A – tørvlýsing.

Útboðið verður framt sum eitt:

  • Alment útboð sambært løgtingslóg 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m., við broytingum lýstar í løgtingslóg nr. 52 frá 6. mai 2016.

 

Útboðstilfarið

Útbjóðingartilfarið er sammansett av:

  • Hesum útboðsbrævi
  • Fylgiskjal A – Tørvlýsing – frá Konusteini til Kambsdal                                                                                                                                                      24. mai 2023
  • Fylgiskjal B – Tilboðslisti – Asfaltarbeiði frá Konusteini til Kambsdal                                                                                                                                                      24. mai 2023
  • Asfalthondbókin 2018 hjá Landsverk
  • ABF06
  • Trú- og heiður váttan um falna skuld til tað almenna (Frymil hjá Landsverk)

 

Legg til merkis at útbjóðingartilfarið er atkomuligt gjøgnum nýggja talgilda samskiftispallin hjá ordrageva á:

 


https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-23524

Vegleiðing til hvussu tú stovnar brúkara á Dalux, kann lesast her

 

Tilboð skulu handast í síni heild í seinasta lagi:

Fríggjadag 16. juni 2023, klokkan 14:00

Freist: 16.06.2023 KL 14:00
Úrslit: