Seinast dagført: 01-01-2017

1.3 Umsókn um byggiloyvi

Stk. 1Áseting

Bygging kann ikki fara í gongd uttan skrivligt loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum.
 

(1.3, stk. 1)Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin kann gera reglur fyri smærri byggingar, soleiðis at hesar ikki krevja byggiloyvi, um bygt verður eftir reglunum. Talan er um antennur, smærri vindmyllur, skeltir, sólskjól, terassur, lívdarskjól og tílíka smærri bygging.

Somuleiðis ger kommunali byggimyndugleikin reglur fyri, nær umbygging, afturatbygging og umvæling krevur byggiloyvi.

Stk. 2Áseting

Umsókn um byggiloyvi skal vera skrivligt og sendast kommunala byggimyndugleikanum.

Kommunali byggimyndugleikin avger, um tilfarið skal latast inn talgilt, og kann áseta tøknilig krøv til skjøl og tekningar, sum verða latin inn talgilt.

Umsókn og skjøl, latin inn á pappíri, skulu latast inn í 2 eintøkum. Kommunali byggimyndugleikin kann krevja fleiri eintøk, um tað er neyðugt.

Kommunali byggimyndugleikin hevur ábyrgd av at lata øðrum myndugleikum, ið sbrt. aðrari lóggávu skulu hoyrast, nøktandi skjalatilfar.
 

(1.3, stk. 2)Vegleiðing

Sbrt. § 9 í byggilógini.

Av tí, at tað er tann einstaka kommunan, sum tøkniliga skal vera før fyri at taka ímóti talgildum fráboðanum, kann kommunali byggimyndugleikin áseta nærri formkrøv til talgildar fráboðanir.

Umsøkjari, sum sendir inn pappírstekningar, sum eru teknaðar í AutoCAD, Revit o.tíl. forritum, eigur at leggja eitt talgilt avrit av viðkomandi fílum við, tí hetta m.a. lættir um málsviðgerðina.
 

Stk. 3Áseting

Umsókn um byggiloyvi skal vera dagfest og undirskrivað av eigaranum.

Er umsóknin ikki undirskrivað av eigaranum, skal umsøkjarin á annan hátt skjalprógva sín rætt til at søkja vegna eigaran.

(1.3, stk. 3)Vegleiðing

Eigarin søkir um byggiloyvi. Tað merkir, at eigarin antin sjálvur undirskrivar umsóknina, ella at skjal verður viðheft umsóknini, har eigarin heimilar tí, sum t.d. leigar byggingina ella byggiharraráðgevanum, at søkja.

Tað er ábyrgdin hjá umsøkjaranum at tryggja, at umsóknin er komin fram til kommunala myndu­g­leikan.

Stk. 4Áseting

Verða broytingar gjørdar í verkætlanini, eftir at byggiloyvið er útskrivað, skal umsøkjarin boða kommunala byggimyndugleikanum frá hesum. Kommunali byggimyndugleikin metir síðani, um byggiloyvið framhaldandi er galdandi, um neyðugt er við fleiri upplýsingum, ella neyðugt er at søkja um byggiloyvi av nýggjum.