Bygningsreglugerðin er ikki galdandi fyri:
Brýr, tunlar og onnur verkløg til ferðslulig endamál, sum ikki eru bygningar, og sum verða framd ella góðkend av vega- ella øðrum myndugleikum ella feløgum, sum við lóg hava ábyrgd av byggiarbeiðinum. Fyribils konstruktiónir og verkløg, sum eru neyðug, meðan tílík bygging er í gerð, eru heldur ikki fevnd av bygningsreglugerðini.
Mastrar til el-veitingarvirkir, vanligar mastrar til el-innleggingar, ferðsluljós, vegljós, telefonmastrar o.tíl.
Bussskýli o.tíl., ið ikki er ætlað at hýsa fólki í longri tíðarskeið.
Kaðalskáp og onnur smærri innleggingarskáp.
Girðingar við grannamørk, vegir ella gøtur, sum ikki fara upp um 1,5 m.
Sbrt. § 2, stk. 5 í byggilógini.
Talan er um smærri skáp, sum ikki eru at rokna sum vanligir bygningar.
Vísast kann til løgtingslóg fyri Føroyar um hegn og friðing av lendi (girðingarlógin). Vísast kann eisini til lov for Færøerne om Hegn og Markfred (girðingarlógin).
Fyri serligar framleiðslubygningar, alistøðir og ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum kunnu frávik gerast í mun til ásetingarnar í kap. 2–8 í bygningsreglu-gerðini, um mett verður, at ásetingarnar ikki eru sambærligar við ætlaða virksemið.
Tó kann frávik ikki gevast frá ásetingunum um:
Serligir framleiðslubygningar, alistøðir og ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum, sum ikki beinleiðis kunnu viðgerast eftir reglugerðini, skulu gerast og góðkennast av avvarðandi myndugleikum í hvørjum einstøkum føri.
Fyri friðaðar bygningar og bygningar, sum er partur av einum friðaðum fornminni, kunnu frávik gerast í mun til ásetingarnar í kap. 2-8 í bygningskunngerðini, um mett verður, at ásetingarnar ikki eru sambærligar við friðingar- og varðveitingarvirðini.
Kommunali byggimyndugleikin skal í byggiloyvinum tilskila, hvørji frávik eru givin.
Kommunali byggimyndugleikin skal, í sambandi við metingina um tað vegna friðingar- og varðveitingaratlit skulu gerast frávik frá teim ítøkiligu ásetingunum í kap. 2-8 í bygningsreglugerðini, vera varur við, um atlit handan ásetingina kunnu lúkast á annan hátt. Hetta er serliga galdandi í mun til atkomuásetingarnar í kap. 3, Innrætting av bygningum.
Fyri friðaðar bygningar og bygningar, sum er partur av einum friðaðum fornminni, er galdandi, at umsøkjarin skal søkja kommunala byggimyndugleikan um undantaksloyvi, um viðkomandi ynskir frávik í mun til ásetingarnar í kap. 2-8 í bygningsreglugerðini.