15-07-2015
Viðareiðistunnilin skotin ígjøgnum
SEINASTA SKOTIÐ: Langt hevur verið ímillum summardagarnar í ár, men tað var av fagrasta veðri í dag, tá Elinborg Thomasen av Viðareiði trýsti á knøttin og loysti seinasta skotið av fyri Viðareiðistunlinum. Fleiri hundrað fólk bæði av Viðareiði og aðrastaðni frá vóru hjástødd undir hátíðarløtuni.

Sum vera man var áhugin stórur fyri hátíðarhaldinum inni í Dølum á Viðareiði, tá viðingar og aðrir gestir vóru møttir upp fyri at vera við til minniligu hendingina við tunnilsmunnan, nú skjótt slepst undan at koyra eftir verandi vegi, har tað til tíðir er vandi fyri gróti og skriðulopi.

 

Stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, bjóðaði vegna byggiharran fjøldini vælkomin til hátíðarhaldið, áðrenn seinasta skotið fyri Viðareiðistunlinum varð latið av.
 

- Hóast onkrar byrjanartrupulleikar, sum ikki er óvanligt í verkætlanum sum hesum, har vit millum annað noyddust at flyta tunnilsmunnan hvannasundsmegin einar 30 metrar, tí vit rendu okkum í ov nógv leyst tilfar, so hevur arbeiðið samanumtikið gingið ómetaliga væl, segði stjórin á Landsverki. 

 

Hann vísti millum annað á, at verkætlanin skjótt kom í ein positivan trupulleika, tí arbeiðið hevur so at siga alla tíðina verið væl framman fyri upprunaligu tíðarætlanina.

 

- Vit hava verið so frammalaga, at tað hevur verið ein avbjóðing at fáa tíðarætlanina í játtanini at passa til framdráttin í verkætlanini, segði Ewald Kjølbro.

 

Eftir stjóran á Landsverki fekk landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, sum politiskt varðar av verkætlanini, orðið.

 

Fyri einum góðum ári síðani stóð hann við einum spaka hinumegin fjallið og loysti tað fyrsta flagið fyri Viðareiðistunlinum.

Hann fegnaðist um, at vera komin so langt, og at arbeiðið hevði gingið so væl.

- Tað skuldi taka níggju mánaðir frá fyrsta skoti í heyst til seinasta skot, men hetta tók bert sjey mánaðir, helt landsstýrismaðurin skemtiliga fyri.

Jørgen Niclasen nýtti høvi at ynskja bygdafólki á Viðareiði og føroyingum annars tillukku við, at tað nú skjótt verður lættari bæði at búgva á Viðareiði og hjá øðrum at vitja vøkru bygdina.

 

Triði røðarin undir hátíðarhaldinum inni í Dølum var forkvinnan í Løgtingsins rættarnevnd, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

-Tað var ein røtt avgerð, sum varð tikin at gera tunnil til Viðareiðis, heldur enn at pjøssa upp á verandi veg. At gera tunnil er besta loysnin í allar mátar, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir millum annað. 

 

Hon vísti á, at foreldur skjótt óttaleys kunnu senda síni børn og ungdóm avstað í skúlabussi og bili, sjálvt í ringum koyrilíkindum. 

 

- Nú skulu tey venja seg við ikki at skula hugsa um omanlop og skalvalop á vegnum, segði forkvinnan í Løgtingsins rættarnevnd. 

 

Eftir hátíðarhaldið, sum fór fram umleið 700 metrar trygdarstøðu frá tunnilsmunnanum við smoltstøðina inni í Dølum, bjóðaði Viðareiðis kommuna til kaffi á Hotel Norð, har eisini onnur við tilknýti til verkætlanina nýttu høvi at siga nøkur orð.


Viðareiðistunnilin, sum er nítjandi tunnil í Føroyum, har av níggju liggja í Norðoyggjum, er 1.939 metrar langur, og tilkoyringarvegirnir eru tilsamans umleið 3.700 metrar. Nú hol er ígjøgnum, er alt eftirarbeiðið inni í tunlinum eftir at gera, eins og tilkoyringarvegirnir skulu gerast lidnir.