21-12-2015
Umlættingardepil á Sandi innilokaður
BYGGING: Tað gongst væl við byggingini av Virknis- og Umlættingardeplinum á Sandi. Bygningurin er nú reistur og innilokaður.

Umlættingardepil fyri børn og ung, ið hava tørv á ymsum stuðulstilboðum í dagligdegnum, verður í løtuni bygdur á Sandi.

 

Endamálið við Virknis- og Umlættingardeplinum er at skapa eitt heimligt umhvørvi fyri yngri íbúgvar við ymiskum upplivingum við mennandi innihaldi. Depilin er ætlaður børnum og ungum við menningartarni, autismu, rørslutarni og sálarsjúku, er nú liðugt reistur. 

 

Byggingin er í tráð við tíðarætlanina. Stoypiarbeiðið var liðugt seint í heyst, og somuleiðis eru bæði betong-, timbur- og takelementir gjørd. Miðað varð ímóti at loka bygningin inni áðrenn jól, og hóast veðrið hevur verið sera ivasamt, hevur hetta eydnast.

 

Pláss verður fyri átta íbúgvum í Virknis- og Umlættingardeplinum á Sandi, sum eftir ætlan skal vera liðugur í august næsta ár.

 

Fakta

Arbeiðsánari: Almannaráðið

Byggiharri: Landsverk

Prosjektering: Kontrast

Undirráðgevar: SMJ og LBF

Høvuðsarbeiðstakari: Sp/f VD

Undirarbeiðstakarar: Jørðarbeiði: Tórhallur Hansen, HVS: Rólant Vidtfelt

El: ELFO, Máling: Niels Sørensen 

Kostnaðarætlan: 14,2 mió. kr.