Seinast dagført: 01-01-2017

1.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Føroyska bygningskunngerðin, ­hereftir­ bygnings­kunngerðin, er galdandi fyri alla ­bygging, um ikki annað er ásett í kap. 1.2.

(1.1, stk. 1) Vegleiðing

Høvuðsnýtsluøkið fyri bygningsreglugerðina er bústaðarbygging, frítíðarhús og øll sløg av vinnu- og stovnsbygging, umframt onnur bygging.

Bústaðarbygging er einbýlishús, íbúðarhús, tvíhús, raðhús, bólkahús, húsbátar og tílíkt.

Frítíðarhús eru summarhús, urtagarðshús og tílíkt.

Vinnu- og stovnsbygging eru bygningar, sum verða nýttir til vinnuendamál, fyrisiting, at hýsa tænastum til almenningin og tílíkt.

Onnur bygging er eitt nú bilhús, úthús, tøknihús, seyðahús, køstar, brunnar og tílíkt.

Bingjur, arbeiðsskúrar og tílíkt, sum verða sett upp í longri tíðarskeið (t.e. 3 mánaðir ella meiri), eru at rokna sum bygging.

Bygging er somuleiðis fyribils bygging og konstruktónir so sum skermar, pallar og telt, ið skula húsa størri tiltøkum, har nógv fólk savnast yvir eitt styttri tíðarskeið.

Stk. 2 Áseting

Bygningsreglugerðin er galdandi fyri bygging, ­ið er nevnd í § 2 í løgtingslóg um at byggja bygningar o.a., hereftir byggilógin.

(1.1, stk. 2) Vegleiðing

§ 2 í byggilógini fevnir um nýbygging, umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum. Byggilógin fevnir eisini um niðurtøku av bygningum.