11-12-2019
Fleiri áarlop hesa vikuna
FERÐSLUTRYGD: Harða frostið og síðani blotið í jørðini við nógvum regni seinastu dagarnar hevur, sum so oftani áður, elvt til, at tilfar er loysnað og rullað oman á vegateinar ymsastaðni í landinum.

Náttina til týsdagin og í gjár vóru nógv áarlop kring landið. Millum annað á Vestmannavegnum, Oyndarfjarðarvegnum, Kaldbaksvegnum, Múlavegnum, á gamla Viðareiðisvegnum og eisini á Syðradalsvegnum vóru áarlop.

Orsakað av hesum var ferðslan nakað tarnað á ymsum vegateinum, eitt nú á Vestmannavegnum, har tveir trailarar og nakrir persónbilar máttu bíða, til vegurin var ruddaður. Í Kollfjaðrardali høvdu útlendsk ferðafólk rent seg fastan í eitt áarlop og høvdu trupult við at boða frá, tí tey vistu ikki, hvar á landsvegnum tey vóru stødd, men alt spældi kortini væl av.

Fleiri av áarlopunum hendu um náttina, og fólk frá Landsverki vóru síðan boðsend at rudda tilfarið burtur av vegunum aftur beinanvegin og reinsa veitir og annað, so vatnið aftur kundi renna frítt undir landsvegunum.