Seinast dagført: 01-01-2017

8.6.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Sólhitaútbúnaður, sólkyknuútbúnaður, køliútbúnaður og hitapumpur skulu gerast og leggjast inn soleiðis, at teir ikki elva til bruna-, spreingi-, eitranar- ella heilsuvanda, sum t.d. óljóð ella ristingar.

(8.6.1, stk. 1) Vegleiðing

Vísast kann til donsku kunngerðirnar, ”Bekendtgørelse om indretning af trykbærende udstyr” og “Bekendtgørelse om anvendelse af trykbærende udstyr”.

Harumframt kann vísast til “DS/EN 378-serien om kølesystemer og varmepumper”.

Viðvíkjandi jarðhitaútbúnaði kann vísast til løgtings­lóg um jarðhitaskipanir og kunngerð um fyriskipanir í sambandi við jarðhitaskipan.

Viðvíkjandi gasskyndum útbúnaði kann vísast til ”Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”.

Stk. 2 Áseting

Tilfar skal nýtast, sum í hóskandi mun er mótstøðuført ímóti roykgassum, eldi, hita og tæring.