18-12-2018
Virðisløn fyri asfaltarbeiði
ASFALT: Fyrst í komandi ári skipar Landsverk aftur fyri einum asfaltdegi undir heitinum “Gott asfalt – eitt tvørfakligt liðavrik”. Á degnum verða fleiri áhugaverdar framløgur, og eisini verður virðisløn handað einum asfaltliði, ið hevur avrikað serliga dygdargott asfaltarbeiði í 2018.

Í byrjanini av hesum árinum skipaði Landsverk fyri eini ráðstevnu undir heitinum “Dygd og menning innan asfaltvinnuna”. Hetta var fyrstu ferð, at skipað var fyri einum slíkum asfaltdegi. Dagurin var so mikið væl móttikin av vinnuni og teimum, sum annars samstarva ella á annan hátt hava samband við hesa vinnu, at nýggjur asfaltdagur beinanvegin varð settur á skrá at verða aftur 1. februar í 2019. Dagurin nærkast, og hesaferð verður ljós varpað á evnið “tvørfakligt liðavrik”.

Umframt framløgur av ymsum slagi, sum hava við asfalt og asfaltvinnuna at gera, verður ein virðsløn aftur hesaferð handað einum asfaltliði, ið hevur gjørt eitt serliga dygdargott asfaltarbeiði í 2018. Til kappingina um besta asfaltavrik í 2017 komu inn átta uppskot, og tað var eitt asfaltlið hjá HJ Asfalt, ið fekk heiðursprógv fyri asfalteringina av Nýggjavegi í Klaksvík

Um virðislønina, sum Landsverk letur er at siga, at “Ársins asfaltarbeiði fer til eitt asfaltlið, sum í árinum hevur gjørt eitt dygdararbeiði, og sum hevur framt eitt trygt og ruddiligt avrik í góðum samstarvi við byggiharran.”

Fyrireikingarbólkurin bjóðar øllum at tilnevna eitt asfaltlið, ið hevur uppiborið at verða tilnevnt “Ársins Asfaltarbeiði 2018”.

Endamálið við virðislønini er at seta ljós á viðurskifti, sum kunnu  menna asfaltyrkið. Kappingin fevnir um øll verandi asfaltlið í Føroyum.

Víðari verður sagt um kappingina: “Asfaltlið kunnu tilnevnast antin í sambandi við einstøk arbeiði ella fyri støðuga góðsku í ávísa tíð. Ein óheft dómsnevnd, tengd at og tilnevnd av Landsverki, metir um innkomnu uppskotini, og tekur endaliga støðu til, hvør skal hava virðislønina.”

Heldur tú, at títt asfaltlið hevur uppiborið hesa virðisløn, ella um tú ert ein byggiharri, sum er nøgdur við væl avrikað asfaltarbeiði, ert tú vælkomin at senda uppskot inn til “Ársins Asfaltarbeiði 2018” í seinasta lagi 14. januar 2019.

Longu nú kanst tú tilnevna onkran til virðislønina við at trýsta á leinkjuna her

Skráin fyri dagin kemur seinni, og tá fer eisini at bera til at tekna seg til asfaltdagin.