Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.2 Íbindingar til roykrørskipanir

Stk. 1Áseting

Ljósvíddin í eini roykrørskipan skal samsvara gagnvirkninum. Verða fleiri brenniútbúnaðir bundnir í somu roykrørskipan, verður ljósvíddin roknað út í mun til samlaða virknið frá brenni­útbúnaðunum.

(8.5.2, stk. 1)Vegleiðing

Fyri flestu brenniútbúnaðir kann framleiðarin upplýsa mesta gagnvirknaðin.

Týdningarmikið er, at ljósvíddin er lagað til brenniorkuna. Skeiv ljósvídd kann elva til vánaliga brenning og harvið vanda fyri kolsúrniseitran.

Vanliga eigur ljósvíddin at vera í minsta lagi 50 cm² (80 mm í tvørmáti) fyri brenniútbúnað til olju og í minsta lagi 175 cm² (150 mm í tvørmáti) fyri brenniútbúnað til fast brenni. Hetta er tó ikki galdandi fyri brenniútbúnað til lívrunnið brenni, ið hevur sjálvvirkandi áfylling.

”Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)” setur ávísar treytir fyri íbinding av brenniútbúnaði til gass í roykrør, har annar brenniútbúnaður er íbundin.

Stk. 2Áseting

Opnir eldstaðir (peisir) mugu einans bindast í egið sjálvstøðugt roykrør uttan íbinding av roykrøri frá øðrum eldstøðum.

Ljósvíddin í roykrørskipanini skal vera í minsta lagi 300 cm². Er fría opið í opna eldstaðnum (peisini) ikki størri enn 2.500 cm² (0,25 m²), kann ljósvíddin setast niður til 175 cm².

(8.5.2, stk. 2)Vegleiðing

Viðvíkjandi opnum eldstøðum (peisum) til gass, kann vísast til ”Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”.